Fiskimálaráðið
? Eg skilji ikki misnøgdina hjá Heina O. Heinesen.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum sigur, at hann hevur ikki gjørt annað enn at fylgja boðunum frá landsstýrismálanevndini.
? Landsstýrismálanevndin er komin til eina niðurstøðu í málinum um Jógvan S og tað sigur seg sjálvt, at tað forðar fyri at fleiri mál verða avgreidd, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at tað verða ikki fleiri slík mál avgreidd, fyrrenn hann veit nágreiniliga, hvør løgtingsins vilji er í hesum máli.
Og tað fáa vit at vita heilt skjótt, tí Jacob Vestergaard sigur, at í hesi vikuni verður eitt uppskot liðugt, sum so skal sendast flokkunum til politiska viðgerð.
? Síðani verður tað lagt fyri Løgtingið og so fáa vit at vita, hvat tingið heldur. Tá ið vit hava fingið greiði á tí, kunnu vit avgreiða tey mál, sum eru, sigur JacobVestergaard.
Hann sigur at landsstýrismálanevndin segði í niðurstøðuni um Jògvan S, at tað var sera ivasamt um tað var lógligt at loyva Jógvan S inn aftur í flotan aftur, eftir at ein ræðisavmarking varð skrásett í skipinum.
?Tá ið fiskiloyvið verða flutt av einum skipi yvir á eitt annað skip, verður ein ræðisavmarking skrásett í skipinum, sum fiskiloyvini verða flutt av og sum fer úr flotanum. Tað merkir stutt, at tað missur loyvið at fiska.
Jacob Vestergaard sigur, at tað er sjálvsagt, at hetta forðar fyri, at fleiri umsóknir verða avgreiddar.
?Tí skilji eg ikki Heina Heinesen. Landsstýrismálanevndin má standa við tær avgerðir, hon tekur, sigur hann.
Men tað er ikki so, at Fiskimálaráðið hevur blokera fyri allari viðgerð av slíkum málum.
? Vit hava avgreitt tær umsóknir, sum vit høvdu fingið, áðrenn málið um Jògvan S. Men tær umsóknir, sum eru komnar aftaná, verða at bíða, til vit hava fingið greitt at vita, hvør tingsins vilji er.
Jacob Vestergaard sigur, at eitt annað mál, sum líkist hesum er, var málið um Rasmus Effersøe.
Rasmus Effersøe er Snoddið, sum fór úr flotanum og summi hildu, at so kundi hann ongantíð koma aftur í flotan. Men tá hendi tað, at hann varð keyptur aftur og fekk navnið Rasmus Effersøe.
? Niðurstøðan var, at tað var líka mikið um Snoddið varð keyptur ella okkurt annað skip, sum líktist honum, bara reiðarin hevði fiskiloyvi, sum skipið kundi fáa.
Landstýrismaðurin sigur, at hann tí fer at skjóta upp fyri tinginum, at geva loyvi til, at skip, sum hava mist fiskiloyvi, tvs, at tey eru ræðisavmarkað, kunnu koma aftur í flotan.
? Alt annað er heilt órímiligt, tí tað, sum umræður, er, at fiskiloyvi eru til taks til skipið, sigur JacobVestergaard.
?Men vit mugu fylgja boðunum frá Landsstýrismálanevndini og fyri at forða fyri fleiri skeivum avgerðum, verða ikki fleiri slík mál avgreidd, fyrrenn Løgtingið hevur sagt sína hugsan, sigur Jacob Vestergaard.
Sí eisini greinina " Jacob Vestergaard má taka annað skinn um bak".