Oddagrein: Manglandi almenn luttøka

ANDSTØÐAN á tingi vildi eisini hava eitt alment oljufelag ella optión hjá slíkum við í treytirnar, sum vit seta oljufeløgunum. Men hetta varð av ongum, tí landsstýrið og embætisfólk tess mettu tað ikki vera rætt í hesum fyrsta umfarinum at seta eitt slíkt krav fram. Mett varð, at hetta kundi styggja fleiri av oljufeløgunum burt. Nú gera so formenninir í báðum teimum stóru andtøðuflokkunum aftur vart við hetta mál og siga, at tað var eitt stórt mistak, sum landsstýrið gjørdi, tá tað ikki tók almennu luttøkuna longu frá byrjan í størri álvara. Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard eru sera avgjørdir og samdir. Landsstýrið hevur avreitt nýggju vinnuna til privat áhugamál og hevur fullkomiliga gloymt almennu Føroyar.

AUGUST var hendingarríkur, tá tað um nýggju og komandi frálandavinnuna umræður. Tá vórðu fyrstu loyvini at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum latin á samkomu í Norðurlandahúsinum. Og tá luttóku føroyingar eisini á stórari framsýning í Stavanger. Við hesum báðum hendingum ber til at siga, at kjølurin er strektur til hesa nýggju vinnuna. Tann dagur, tá vinnan av álvara fer av bakkastokki, liggur tó ikki so langt frammi í tíðini - nevniliga tá fyrstu boripallarnir ella skipini koma inn í føroyskan sjógv og bókstaviliga seta hol á undirgrundina og vónandi finna olju.


TÁ hugt verður í bakspeglið má sigast, at føroyingar, politikarar og fakfólk, stórt sæð hava verið samd um bæði mál og mið í hesum útviklingi. Eitt stig er tikið í senn og dentur hevur verið lagdur á at draga eina línu.


KORTINI hava verið og eru ymsar meiningar um, hvussu henda nýggja vinna skal handfarast. Tað hevur m.a. gjørt seg galdandi í loyvistreytunum. Og her eru tað serstakliga tvey mál, sum hava elvt til ósemju. Tað er spurningurin um oljuútgerðarhavnina og um almenna luttøku.


NÓGVIR tingmenn vildu hava fest niður í lógina, at alt oljuvirksemi skuldi ganga út frá Suðuroynni, tí mett varð, at oyggin átti at fáa ein týðandi leiklut í hesi nýggju vinnu. Meiriluti varð tó ikki fyri hesum. Ístaðin var samtykt at heita á vinnuna um eisini at leggja virksemi út kring landið.


ANDSTØÐAN á tingi vildi eisini hava eitt alment oljufelag ella optión hjá slíkum við í treytirnar, sum vit seta oljufeløgunum. Men hetta varð av ongum, tí landsstýrið og embætisfólk tess mettu tað ikki vera rætt í hesum fyrsta umfarinum at seta eitt slíkt krav fram. Mett varð, at hetta kundi styggja fleiri av oljufeløgunum burt. Nú gera so formenninir í báðum teimum stóru andtøðuflokkunum aftur vart við hetta mál og siga, at tað var eitt stórt mistak, sum landsstýrið gjørdi, tá tað ikki tók almennu luttøkuna longu frá byrjan í størri álvara. Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard eru sera avgjørdir og samdir. Landsstýrið hevur avreitt nýggju vinnuna til privat áhugamál og hevur fullkomiliga gloymt almennu Føroyar.


LANDSSTÝRIÐ hevur í sera stóran mun fylgt tilmælunum tað hevur fingið frá sínum embætisfólkum. Nú kann verða spurt, um hetta var røtt ella skeiv ráðgeving. Oljumálastýrið hevur eisini havt sínar ráðgevar, sum uttan iva hava mælt til ikki at hava almenna luttøku við frá byrjan men heldur seta treytirnar inn í skattapartin. Spurningurin er: var hetta ein røtt avgerð? Í november fer løgtingið undir eitt aðalorðaskifti um oljutilgongdina, og tá fer hesin spurningurin uttan iva at standa sera frammaliga saman við spurninginum um avleiðingarnar nýggja vinnan fer at hava á føroyska samfelagið.


Sosialurin