Dómsnevndin hjá felagnum Synergi at velja Ársins leiðarar og Herðaklappið til millumleiðaran hevur nú valt Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 – bæði innan almenna og privata geiran. Í dómsnevndini sita Árni Jakobsen, nevndarformaður SMJ, Alexandra á Dul, stjóri í sjúkrahúsverkinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsið og Anja Rein, nevndarlimur í fleiri nevndum.
Topp 3 Ársins leiðarar
– Tignarligasti heiður, ið verður latin leiðarum í Føroyum
Almenni geirin – í stavrað eftir fornavni:
- Hjalti Gunnarstein, Apoteksverkið
- Jóhanna á Tjaldrafløtti, Rótin
- Jóngerð M. Nielsen, Vesturvón
Privati geirin– í stavrað eftir fornavni:
- Gudny Langgaard, Nema
- Kjartan Hansen, Kanjon
- Ulla Joensen, Elektron
Herðaklappið til millumleiðaran
– Hægsti heiður, ið verður latin millumleiðarum í Føroyum
Umframt at kjósa Ársins leiðarar verður Herðaklappið til millumleiðaran eisini latið á degnum.
–Hetta er ein nýggjur virðismikil heiður, sum skal heiðra leiðarar á millumstigi, ið dagliga skapa úrslit, trivnað og framfýsni í teirra yrki sum millumleiðari. Hetta er aðru ferð, hesin heiður verður latin, skrivar Synergi millum annað í tíðindaskrivi.
Ársins leiðarar verða kosnir á Leiðaradegnum á Hotel Føroyum fríggjadagin.










