Ph.d.-skúli stovnaður á Setrinum

– Tey 35 ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya fáa við hesum nógv betri karmar um sína granskaraútbúgving. Tað sigur Magni Mohr, leiðari á Ph.d.-skúlanum, sum nú skal umsita allar ph.d.-útbúgvingarnar á Setrinum

Tíðindaskriv:

 

Á nýggjárinum varð Ph.d.-skúli settur á stovn á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Talan er um eina fyrisitingarliga eind, sum gevur ph.d.-lesandi í Føroyum greiðari og betri karmar um granskaraútbúgvingina og umstøðurnar annars.

 

Tað er Granskingar- og framtakseindin á Setrinum, sum hevur fyrireikað Ph.d.-skúlan, ið er stovnaður sambært nýggju ph.d.-kunngerðini, sum Setrið hevur verið við til at orða.

 

- Hetta er eitt stórt stig, sum vit leingi hava arbeitt við.

 

Tað sigur Magni Mohr, professari, sum er leiðari á Ph.d.-skúlanum.

 

Hann greiðir frá, at føroyski Ph.d.-skúlin í stóran mun byggir á bygnaðin, sum slíkir skúlar í Norðurlondum hava, tó at íblástur eisini er fingin úr Bretlandi.

 

Sum ph.d.-lesandi skal ein granska, standa ph.d.-skeið, undirvísa og eisini miðla granskingarúrslit. Alt hetta er væl lýst, og  ein ph.d.-nevnd er sett, sum hevur myndugleikan til at góðkenna tey mongu stigini, ið eru frá innskriving til staðið ph.d.-prógv.

 

Tríggjar ymsar leiðir eru til at gerast ph.d.-lesandi á Ph.d.-skúlanum á Setrinum.

 

Tann mest vanliga útbúgvingarleiðin tekur tilsamans trý ár, har tvey eru til granskingarpartin og so hálv ár til ávikavist undirvísing og útbúgving.

 

Eisini ber til hjá Setrinum at seta starvsfólk í ph.d.-vísindastarv í fýra ár, har ph.d.-in kann gerast sum partur av undirvísingarstarvi. Hesin leisturin er til strategisk øki, har førleikar vanta.

 

Og triðja leiðin er at gera eina vinnu-ph.d. í samstarvi við føroyska fyritøku ella almennan stovn, og hesar byggja brýr millum universitetið øðrumegin og vinnulívið og almennu stovnarnar hinumegin. Vinnu-ph.d.-lesandi eru í starvi í fyritøkuni ella á stovninum, meðan tey eru innskrivað á Ph.d.-skúlanum á Setrinum.

 

- Við vinnu-ph.d.-verkætlanum fáa fyritøkur og stovnar vitan á høgum fakligum stigi, sum styrkir teirra virkis- og kappingarføri. Ofta eru tað fyritøkurnar ella stovnarnir, sum taka stig til evni og innihald, meðan Setrið borgar fyri akademisku granskaraútbúgvingini hjá tí ph.d.-lesandi, sigur Magni Mohr.

 

Tey lesandi hava skipað seg

Tey ph.d.-lesandi hava skipað seg undir leiðslu av einum ph.d.-ráði.

 

Umframt regluligar fundir í ráðnum, verður eisini skipað fyri verkstovum, skriviløtum og øðrum, har tey ph.d.-lesandi kunnu samskifta um avbjóðingar og annars geva hvør øðrum góð ráð í sambandi við ph.d.-lesnaðin.

 

- Fyri at menna og varðveita eitt burðardygt granskingarumhvørvi á Setrinum er umráðandi støðugt at seta við og at útbúgva ph.d.-lesandi, sigur Magni Mohr.

 

Seinastu árini hevur talið av ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum verið vaksandi. Í 2020 vóru 19 ph.d.-lesandi á Setrinum. Nú eru tey 35 í tali, og tí hevur tørvurin á einum ph.d.-skúla eisini verið vaksandi.

 

Uttanhýsis serfrøðinganevnd, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið setti at meta um Fróðskaparsetur Føroya, mælti síðst í 2022 til, at ein ph.d.-skúli átti at setast á stovn.

 

“Hetta fer at stimbra enn meira undir greiða stavnhaldið, sum longu er, um eitt “savnað” Fróðskaparsetur Føroya, sum ikki er avmarkað av deildarmørkum”, skrivaði nevndin í tilmælinum til aðalráðið.

 

Nú Ph.d.-skúlin er stovnaður á Setrinum, er tann endin heftur.

 

Lesið meira á heimasíðuni her.