Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Tað hevur vakt ans, at eitt so lítið máløki sum tað føroyska megnar at vera við í fremstu røð í bókaútgávu. Journalistar og bókaforleggjarar, sum vóru í París í sambandi útgávuna av barnabókini hjá Madonnu, vóru ovfarnir av, at hetta lítla fólkið í Norðuratlantshavi hevur egið mál og gevur hundraðtals bøkur út hvørt ár.
At tað so eisini hevur eydnast at fáa eina bók eftir Madonnu út í Føroyum samstundis sum í øllum heiminum, hildu fleiri fólk vera undrunarvert.
Eftir at bókin »Ensku rósurnar« varð løgd fram á tíðindafundinum í París mánadagin, bjóðaði Gallaway forlagið til gardenparty saman við Madonnu, har sjampanja og pinnamatur var boðið. Men hóast hon onkuntíð bara stóð ein metur frá, so bar ikki til at koma beinleiðis í prát við Madonnu.
Hjá Niels Jákup Thomsen, leiðara í Bókadeild Føroya lærarafelags, sum stendur fyri føroysku útgávuni, bar kortini til. Hann slapp so at siga í audiens hjá poppdrotningini í sambandi við, at bókaútgevarar ein og ein vórðu avmyndaðir saman við Madonnu. Hann sigur, at áðrenn hesa bókaútgávuna, hevur hann ikki hugsað nógv um Madonnu, men tað var hugtakandi at uppliva, hvussu stórur áhugin var fyri hennara persóni. Alt snúði seg um hana.
? Áðrenn hon kom, varð nógv prátað, men so gjørdist kvirt: Hon kom, umgird av vaktarmonnum við oyrasniglum og fartelefon, og øll eygu vóru vend ímóti henni. Tað kendist nakað sum at vera statistur, eisini ta stokkutu stund, eg fekk høvi at heilsa upp á hana. Hon spurdi, hvussu føroyskt mál var, og eg royndi sum frægast at greiða frá.
? So bað hon meg siga okkurt á føroyskum; tað gjørdi eg, og síðan var liðugt at taka mynd av okkum og næsti skuldi framat. Hon hevur útrúliga útstráling, og eg havi varhugan av, at hon er gløgg og sera tilvitað um, hvat hon ger, sigur Niels Jákup Thomsen.
Hann vil ikki avdúka, hvat hann segði á føroyskum. Tað verður teirra millum. Men hvat skulu føroyskir bókaforleggjarar í París? Er tað neyðugt?
? Eg haldi, at tað er týdningarmikið at vera til staðar, tá ið tílíkt hendir, fyri at vísa, at vit eru ein álítandi samstarvsfelagi. Tú fært høvi at hitta fremstu forleggjararnar í heiminum, og slík sambond eru týdningarmikil. Tá ið okkurt annað er, har vit kundu hugsað okkum at sloppið upp í part, gerst alt nógv lættari, um tú í fyrsta lagi longu hevur fingið beinleiðis samband við tey, ið standa fyri útgávuni. Tað hevur eisini týdning, at vit kunnu vísa á, at vit tóku lut í heimsumfatandi útgávunum at Madonnu-bókunum, sigur Niels Jákup Thomsen.
Tað ger tað ikki verri, at tíðindafólk fáa hug at gera viðmerkingar til okkara støðu sum eitt hitt minsta máløki í heiminum, sum kortini sleppur upp í part, heldur hann.