TB-NSÍ 2-3 (2-1)
TB hevur elt EB/Streym støðugt alt kappingarárið, men nú tykist sum tvørámenn eru farnir at dragna. Eftir tapið á heimavølli móti NSÍ eru teir á trijða plássi, og møguleikarnir at flyta upp eru nógv viknaðir.
Tað sær út til at teir eru farnir at møðast, tí í seinastu trimum dystunum er bara eitt stig fingið til høldar. Merkisvert er eisini, at tveir teir seinastu heimadystirnir eru endaðir við tapi.
TB var frammanfyri tvær ferðir leygardagin, men hóast leiðslurnar megnaðu teir ikki at vinna avgerandi dystin. Eins og seinast TB var á heimavølli fóru trý mál ígjøgnum.
TB fekk eina sera góða byrjan. Jón Johannesen legði TB framum, bara hálvan minutt eftir at dómarin hevði sett dystin í gongd. NSÍ svaraði tó skjótt aftur, tí bara sjey minuttir eftir fyrsta málið javnaði Petur Hammer. Bergur Djurhuus sendi eitt hornaspark innfyri, og Petur Hammer var fyrst á bóltinum við aftaru stong og fekk beint hann í málið.
NSÍ liðið fekk blóð á tonna eftir málið, men hóast leikliga yvirvág spurdist einki burturúr. Ístaðin vóru tað tvørámenn, sum vóru vandamiklari frammanfyri málið.
Aftur var tað Jón Johannesen, sum stóð fyri málinum. Hann gjørdist púra leysur í brotsteiginum, og ivaðist ikki men langaði til. 2-1 til heimaliðið, tá fyrri hálvleikur varð spældur, og útlitini vóru tískil góð hjá heimliðnum til seinna umfar.
TB tveitti tó alt fyri borð, tá dómarin setti spælið í gongd aftur. Nú vóru tað hinvegin gestirnir, sum tóku stig til at skapa málmøguleikar, og TB fekk ikki ordiliga fótin fyri seg.
Stutt inn í seinna hálvleik javnaði NSÍ fyri aðru ferð. Dagfinn Olsen legði innfyri úr høgru síðu, og við handaru stong stóð Magnus Hansen, sum kundi fáa javnvág í roknskapin. TB raknaði heldur ikki við eftir hetta, og leingi sá tað út til, at liðini skuldu fáa eitt stig í part burturúr dystinum.
Men í seinasta minutti skoraði Bergur Djurhuus sigursmálið. Hann rak av egnari hálvu, og við brotsteigarmarkið gjørdi hann av at royna seg móti málinum, og tað gav bonus. 3-2 til NSÍ og Bergur Djurhuus var dagsins hetja, sum gav tvørámonnum mønustingin.
TB hevur nú ongan møguleika at flyta beinleiðis upp, men enn kunnu teir sleppa at spæla uppflytingardyst. Um ÍF snávar móti EB/Streymi á Mølini næsta vikuskiftið er møguleikin til staðar. TB hevur tó ein sera torføran dyst móti KÍ í Klaksvík næsta vikuskiftið, tí KÍ byrnjar seg í løtuni við landsliðsleikarum. Hinvegin er seinasti dysturin ímóti Royn, sum ikki er tann mest ræðandi mótstøðan beint nú.
TB-NSÍ 2-3 (2-1)
1-0: Jón Johannesen
1-1: Petur Hammer
2-1: Jón Johannesen
2-2: Magnus Hansen
2-3: Bergur Djurhuus









