har, og um hildið verður, at henda fløgan er betri enn tann fyrra, so vænta teir í Týr, at onkur har yviri fer at sýna teimum áhuga. ? Vit hava brúkt hálvt annað ár uppá at byggja okkum eitt netverk upp [...] hava nóg mikið at gera nú. Vit bíða eftir, hvat fólk fara at siga. Serliga eru vit spentir uppá, hvussu fløgan verður móttikin í Íslandi. Um íslendingar lata væl at, so fara vit yvir at spæla. Til Póllands [...] vanligt, at tey, sum spæla metal-rock eru ímóti mainstream, tí tá hoyrir ein ikki, hvaðani tónleikurin er. Tá kann sangurin líka so væl vera frá Afrika sum Avstralia. Ein skal hava ljóð við, sum eyðkenna
fortreyt, at vit nú ferðast millum tónleikaelituna, at vit loyva okkum at finnast at og rósa. Frá teimum kunnu vit krevja nakað. Men hvat er ólavsøkukonsert. Hevur hon ta tign, sum nøkur vilja knýta at henni [...] vit, at funnið verður útav. Sunnukvøldið var tað ov nógv ein blandingur av pallskiftum og donskum tónleikarum, sum megnaðu at fáa túsundavís av fólki at vísa fullkomna líkasælu. Hetta fær okkum at seta [...] eru vanliga ikki glaðir fyri at gjalda nógv til hvønn annan. So nothing but the best verður kravt afturfyri. Tað er at fegnast um, at ólavsøkukonsertin er komin hartil, at dygdin verður sett í hásæti.
bussranar er bara at gloyma alt um at geva nøkur tilboð, sum hava við ferðavinnu at gera. Tað vil siga tey fólkini, sum koma við skipi til Føroya. Tí prísirnir eru so mikið høgir,at eingin fer at koma vestur [...] Trýst Ført varð fram, at frægasta, sum var at gera, var at lata øll ymisk feløg og áhugabólkar senda eina rúgvu av mótmælum bæði til politikarar og Vágatunnilin í teirri vón, at tað fer at vísa teimum á, hvussu [...] fundi, sum Felagskommunan og Vinnufelagið í Vágum skipaðu fyri á Hotel Vágum hóskvøldið. Um støðan verður verandi, sum nú er, væntaðu teir stutt og greitt ikki, at tunnilin fer at verða brúktur, sum ætlanin
So er at siga tað við reinum orðum, so fólk vita tað og ikki ganga við følskum vónum til tóm lyfti. Hetta við, at tað skal gerast so ella so fyri at fáa sum best burtur úr ullini, er í lagi sum so. Og [...] ynski og sama lívstørv, sum øll onnur fólk í landinum. Tey vilja eisini hava frítíðarmøguleikar og eitt heilsuverk, sum er at líta á. Fyri ikki at tala um samferðslumøguleikar, sum nógvastaðni eru út av [...] setast í staðin. Vit noyðast at ásanna, at tað pengar skulu til, um vit vilja hava fólk at búgva á útoyggjunum. Tey eiga í mest møguleigan at hava teir somu møguleikarnar, sum fólk í miðstaðarøkinum hava
tað finna vit í orðabókini. Og tað merkir tað øvugta. Tað er at evna við berum eygum at meta um mál og fráleika. At hava gott eygamál er at duga meta neyvt um hetta uttan tey nógvu hjálparamboðini. Og [...] skal eg ikki kunna siga. Tað er altíð torført at pástanda nakað uttan neyv tøl og hagfrøði annars. Men uttan at ljóða alt ov klumsutur og klumbrutur sigur mítt avmarkaða eygamál mær, at júst í Norðurla [...] abókini – sum heldur ikki eitur soleiðis, men Føroysk orðabók. Leitar tú eftir orðinum klumma, rennur tú teg í lýsingarorð sum klumprutur, klumsin ella klumputur, ið helst ikki eru neyðug at greiða frá
tað at hava tríggjar dreingir í húsinum? Vil tað siga, at tað er tríggjar ferðir so strævið, sum at hava eitt? ? Tað er lættasta sak í verðini, sigur pápin, Dia, skemtandi. ? Eg dugi ikki at siga, um tað [...] síggja, at tað hevur verið nógv strævnari fyrr enn nú. Foreldrini siga, at ein noyðist at vera rættiliga sterkur sálarliga fyri at megna at hava trý børn. ? Men beiggi mín eigur eina dóttir, sum er javngomul [...] tíð áðrenn hann kláraði at halda høvdinum uppi sjálvur, og vit væntaðu, at hann fór at vera sindur seinur á veg, men tað vísti seg at verða púra øvugt. Hann var tann fyrsti, sum gekk framvið, sigur Dia
verkætlanina, at hann er við, sigur Jón Hammer. Framleiðarin vísir á, at tað kann vera trupult at fáa fígging og keyparar, um onkur kendur sjónleikari ikki spælir við. – Tað er neyðugt at hava ein altjóða [...] tí kann hann eisini slóða fyri, at hendan røðin verður víst víðahvar, sigur Jón Hammer. Hann viðurkennir, at summir føroyingar helst fara at halda, at tað er keðiligt, at høvuðsleikarin í røðini tosar danskt [...] Vit hava hugsað, at onkrar reaktiónir fara at koma, nú høvuðsleikluturin sum Hannis Martinsson verður spældur av donskum sjónleikara, men vit hava roynt at hugsað um tað positiva við, at vit hava fingið
felagnum Línuskipum, Árna Dam, at leypa upp frá. Teir eru báðir limir í Skipanarnevndina og siga sum við einari rødd, at tað er skeivt, at Skipanarnevndin hevur viðgjørt málið og at hon enn minni hevur góðtikið [...] Landsstýrinum sigur, at Landsstýrið hevur fylgt teirri mannagongd sum tað skal og hevur borið seg rætt at. Og hann heldur fast um, at Skipanarnevndin hevur boðað landstýrinum frá, at hon hevur ongar viðmerkingar [...] Svarað verður, at tað sum er sent Fiskimálastýrinum FMS er hennara svar. ? Men um so er at hetta er grundað á ov "gamalt taltilfar" eigur tað seinast tilfarið at verða brúkt- t. e. tað sum var brúkt í r
ikki neyðugt at fara inn á gátt, tí longu uttanfyri sæst, at her inni býr onkur, sum dámar væl at mála og at skapa. Í einum vindeyga í kjallaranum standa fleiri málningar frammi, so at fólk, sum ganga har [...] Soleiðis sum Petur Jacobi er sagt frá, so hevur honum altíð dámað væl at tekna og mála. Pápanum dámdi væl at mála, og ynskti somuleiðis at Petur Jacob og hini børnini eisini gjørdu tað sama. At hetta ynskið [...] væl fyri at mála tá, sigur hann. Síðani tey góvust at handla fyri trimum árum síðani, hevur hann onga fasta tíð, har hann málar í. - Eg havi ongar ætlanir um at gevast at mála. Eg ætli mær at mála so leingi
- og ikki sovið uppá at svara, sum tað ljóðaði - tú hevði ikki hjarta at siga nei, hóast tað júst tá var hjartaveikleiki, ið kundi sagt tær, at tað bar ikki til. Men tað er gott at hava hjartað á røttum [...] tiemum rættindum sum tilkoma einum og hvørjum samfelagsborgara uttan mun til aldur. Tú hevur roynt og veit, hvat tað er at bera brek, og eg veit, at tú er ikki bangin fyri at siga tað, sum sigast skal, og [...] Takk fyri alt, sum jeg og okur onnur hava lært av at arbeiða saman við tær. Tað hevur ikki verið keðiligt at sita undir liðini á tær í MBF sum umboð fyri giktafelagið, og eg trúgvi, at onkur stuttlig løta