Edvard Joensen
Klaksvík: Fólk á útoyggj hava somu ynski og sama lívstørv, sum øll onnur fólk í landinum. Tey vilja eisini hava frítíðarmøguleikar og eitt heilsuverk, sum er at líta á. Fyri ikki at tala um samferðslumøguleikar, sum nógvastaðni eru út av lagi vánaligir, sum er.
Tað er greið tala, Útoyggjanevndin hevur hoyrt, tá hon hevur vitjað á smáplássunum, sigur Olga Biskopstø, samskipari hjá Útoyggjanevndini.
Vit sita á skrivstovu hennara í Klaksvík og tosa um virksemið hjá nevndini. Nevndin hevur nýliga verið í Kallsoynni og tosað við bygdarráðini har, og tað er heilt greitt, hvat fólk á útoyggjunum ynskja. Tey vilja hava somu møguleikar, sum fólk í miðstaðarøkinum.
Fólk vilja hava, at pengar verða brúktir upp á at gera tað liviligt, - og tá meina tey liviligt - á smáplássunum. Cost-benefit hugburðurin má sleppast, og menniskja setast í staðin.
Vit noyðast at ásanna, at tað pengar skulu til, um vit vilja hava fólk at búgva á útoyggjunum. Tey eiga í mest møguleigan at hava teir somu møguleikarnar, sum fólk í miðstaðarøkinum hava. Fótbóltsvallir, ítróttarhallir, svimjihyljar, kvøldskúlar, læknar og alt hitt.
Jú, pengar skulu til. Men tað føroyska samfelagið varðveitir sítt fjølbroytni og virði, sum er neyðugt fyri at hava eitt vælvirkandi samfelag sum heild, sigur Olga Biskopstø.
Um politiskur vilji ikki er at gera tað neyðuga, verða útoyggjarnar avtoftaðar, og so hava vit bara nakrar spøkilsisoyggjar liggjandi eftir. So er at siga tað við reinum orðum, so fólk vita tað og ikki ganga við følskum vónum til tóm lyfti.
Hetta við, at tað skal gerast so ella so fyri at fáa sum best burtur úr ullini, er í lagi sum so. Og sjálvandi vilja fólk á útoyggj eisini finna eina loysn, sum ger, at tað slepst virðiliga av við ullina, sum tey nú einaferð hava. Men tey hava eisini ásannað, at ull er ikki nakað, útoyggjarnar kunnu liva av.
Tað er eisini útoyggjafólkifólki greitt, at tað er trupult at seta stór virki á stovn á útoyggjunum. Hinvegin eigur at bera til at fáa í lag samstarv við virki, har til dømis partframleiðsla kann vera á smáplássunum, soleiðis at lutir til ymiskt, sum framleitt verður á øðrum støðum, kunnu gerast á smáum virkjum. Skipanir við undirleverandørum eru ikki heilt ókendar aðrastaðni. Og ein sonevnd »nichuproduktión« kundi væl borið til á eini útoyggj.
Men tann heilt stóri, afturvendandi trupulleikin hjá fólki, sum býr á útoyggj, er tað vánaliga ferðasambandið. Allastaðni verður vent aftur til, at tað er ov lítið bara at sleppa ein túr av oynni um morgunin, og so ein heimaftur um kvøldið. Samskipanin við aðrar rutur er mangan tung og torfør, og illa gongur hjá fólki aðrastaðni frá at sleppa út til útjaðaran og heim aftur sama dag, um til dømis eitthvørt arbeiði er at gera.
Tað kann vera onkur umvæling á einum ljósmotori úti í Fugloy, sum krevur ein servicemann úr Havn. Hóast arbeiðið kanska kann gerast upp á eina lítla løtu, kann verða neyðugt at seta tveir dagar av til tað, tí ferðasambandið ikki er soleiðis, at tað slepst aftur sama dag.
Eitt annað dømi, Olga Biskopstø, samskipari hjá Útoyggjanevndini nevnir, eru næmingar úr Kallsoynni, sum ganga í framhaldsskúla í Klaksvík. Hóast teinurin millum Klaksvík og Syðradal er stuttur - 20 minuttir eru at sigla - mugu tey fara heiman klokkan seks á morgni og eru ikki heima aftur fyrr enn klokkan seks á kvøldi, hóast skúlin er liðugur um miðjan seinnapartin. Sluppu tey heim beinanveg, tey fingu frí úr skúlanum, var einki fyri at búgva í Kallsoynni
Hinvegin er vandi fyri, at foreldrini ikki vilja hava, at børnini ganga »fyri vág og vind«.
- Hvat verður so gjørt? spyr Olga Biskopstø og svarar sjálv beinanveg.
- Jú, foreldrini flyta til støru plássini fyri at vera har, børnini eru. So er oyggin beinanveg avtoftað.
Og tað er ikki órealistiskt at hugsa og siga so, sigur hon, tí tað eru veruliga nógv dømi um, at soleiðis hevur tað gingið.
Taka vit eitt nú Kallsoynna sum dømi, síggja vit í dag, at tað hevði borið væl til at havt eina livandi oyggj, um samferðslan var góð.
Kallsoyggin liggur jú mitt í landinum, og allir møguleikar fyri eini góðari framtíð eru sum so til staðar. Væl av ungum fólki er, og tey hava hampiligar møguleikar til frítíðarítriv í Mikladali til dømis. Men har, sum so manga staðni, ynskja fólk eisini, at eitt nú heilsuverkið var betri. Fólk ynskja sær til dømis ein økislækna, sum kann taka sær av smáplássunum burturav.
Men eru ferðamøguleikarnir ikki til staðar, er einki at gera kortini. Fyrsta treyt fyri lívi á smáplássunum er, at tað ber til at koma til og frá. Og ynskja politikararnir ikki at brúka pengar upp á smáplássini, skulu teir bara siga tað, so er støðan greið.