- Mær dámar best at mála Vatnið

- Nú havi eg góða tíð at mála, sigur miðvingurin, Petur Jacob Haraldsen. Á listaframsýningini á vestanstevnu luttekur hann við 10 listaverkum. Ikki smávegis, tá ein er komin til 81 ára aldur!

Málningalist
Miðvágur: Ein teirra sum við spenningi sær fram móti einum serstøkum tiltaki á vestanstevnuni í ár er Petur Jacob Haraldsen, sum býr við Kirkjar í Miðvági.
Á skránna fyri stevnuna er nevniliga sett ein listaframsýning í Gamla Skúla, og har ætlar hann sær sjálvandi at vera við.
- Her frammanfyri mær havi eg átta málningar, sum eg ætli at hava við á framsýningini.
- Og helst koma eini tvey verk aftrat, sigur hesin lívsfríski, men kortini 81 ára gamli maðurin, nú umboð fyri Sosialin eru komin á gátt.
Listaframsýningin í Gamla Skúla, har listafólk úr Vágoynni fara at framsýna verk síni, er opin allar stevnudagarnar.
Innan og uttan
Ein skal ikki hava gingið leingi innanveggja í heiminum hjá Petur Jacobi fyrrenn ein sær ein stóran part av tí, sum hann nýtir tíðina til.
Í veruleikanum er als ikki neyðugt at fara inn á gátt, tí longu uttanfyri sæst, at her inni býr onkur, sum dámar væl at mála og at skapa.
Í einum vindeyga í kjallaranum standa fleiri málningar frammi, so at fólk, sum ganga har framvið, kunnu gleðast um teir. Og har stendur mín sann eisini eitt modell av Vágoynni, har bæði hús, skip og krígsminnir eru hegnisliga sett upp.
Inntil fyri fáum árum síðani var handil í húsinum - Heini Haraldsen's Eftf. - men nú verður handilshølið ístaðin nýtt sum atelier hjá Petur Jacobi.
- Eg plagi at standa her yviri við hurðina, tí her er so gott ljós, sigur hann.

Vøkur motiv
Í einum øðrum stevnublaði greiddu vit frá listamálaranum, Adolf Johannesen í Hósvík, sum segði at tað vóru óteljandi motiv í hesi vøkru bygdini.
Petur Jacob hevur eisini funnið ein hóp av vøkrum motivum í Vágum. Serliga væl dámar honum landsløgini við Leitisvatn, Tindhólm og Trøllkonufingur.
- Eg haldi, at vatnið og neystini har eru sera vøkur motiv at mála. Og tað eru eisini teir málningarnir, sum fólki dámar best, sigur hann.
Hann er sjáldan úti og tekur skitsur, men málar sum oftast eftir fotomyndum. Hinvegin so er heim hansara eisini á tremur við sera vøkrum portrettum.
Máling heldur enn fótbólt
Soleiðis sum Petur Jacobi er sagt frá, so hevur honum altíð dámað væl at tekna og mála.
Pápanum dámdi væl at mála, og ynskti somuleiðis at Petur Jacob og hini børnini eisini gjørdu tað sama.
At hetta ynskið gjørdist veruleiki sær ein m.a. í tí, at Petur Jacob og tvíburasystir hansara, Hannemia Joensen í Klaksvík, bæði takast við at mála, hóast komin væl til árs.
- Ja, eg kann minnast at pápi næstan ráddi okkum frá at spæla bólt. Hann vildi heldur, at vit nýttu tíðina til at mála í, sigur Petur Jacob við einum brosi á kinn.
Eingin føst tíð
Hjá listamálarum er ofta so, at teir hava eina ávísa tíð á degnum, har teir føla seg mest inspireraðar at gera tað, sum teimum dámar best.
Hjá Petur Jacob var tað so, at best lá fyri hjá honum at mála seinnapartarnar.
- Vit høvdu jú handilin her. Og var ein løta onkran seinnapartin, so lá væl fyri at mála tá, sigur hann.
Síðani tey góvust at handla fyri trimum árum síðani, hevur hann onga fasta tíð, har hann málar í.
- Eg havi ongar ætlanir um at gevast at mála. Eg ætli mær at mála so leingi heilsan er til tað.
- Heilsan hevur alt at siga, sigur Petur Jacob.