Eygamálið

Theodor Eli Dam Olsen, prestur-----
 
Hetta er ein klumma.

Hon eitur Eygamálið.

Orðið klumma finst ikki í Móðurmálsorðabókini – sum heldur ikki eitur soleiðis, men Føroysk orðabók.

Leitar tú eftir orðinum klumma, rennur tú teg í lýsingarorð sum klumprutur, klumsin ella klumputur, ið helst ikki eru neyðug at greiða frá. Men tey merkja okkurt óslætt, óstortsligt ella okkurt, ið ikki sigur so nógv.

Eygamál harafturímóti – tað finna vit í orðabókini.

Og tað merkir tað øvugta. Tað er at evna við berum eygum at meta um mál og fráleika. At hava gott eygamál er at duga meta neyvt um hetta uttan tey nógvu hjálparamboðini. Og tað er ikki serliga klumput.

 
Í hesum døgum verður nógv tosað um handfaringar av málum og evnini at meta um sínar egnu førleikar og luttøkuføri av ymiskum slagi. Tað skulu vit ikki dvølja við á hesum teigi, men lata okkara góðu journalistar um. Journalistar, ið forrestin kemur av franska orðinum jour, ið merkir dagur – nakað, ið er tíðarbundið. Nakað, ið hevur dagin at gera, nakað ið er komandi og farandi. Tað er tað, ið tíðarbundin tíðindi ofta snúgva um. Men uttan dagin kunnu vit ikki liva, og tí er brúk fyri einum dugnaligum fjórða statsvaldi, sum megnar at lyfta okkum upp úr tí dagliga hurlivasanum og skoða sosialu, stjórnmálafrøðiligu og kanska spunafrøðiligu samanhangirnar.

 

Men lyfta vit okkum eitt sindur upp um dagin og tað tíðarbundna, kunnu vit skimast eitt sindur í erva. Og kanska eru vit tá so mikið fræg, at vit tá kunnu skoða oman yvir landið, lívið, dagin og ja, sjálva mentanina her á landi.

 

Tá er talan tíbetur ikki um nakað klumsut og óskaffiligt, men heldur um fólk, hvørs eygamál er rættiliga gott, tá talan er um okkara trivnað og tørv – bæði tað tíðarleysa og tíðarbundna. Fólk, hvørs eygamál fyri tjóð og máli er dygt og dugnaligt.

 

Sjálvur fegnaðist eg herfyri, tá mentanarvirðislønir herfyri vóru latnar til fólk, sum so væl hava lýst og ment mál og myndir og mentaskap her heima.

 

Og líta vit frameftir og úteftir tykist eisini, sum ferð aftur er komið á Norðurlandahúsið, sum bæði sendir faldarar út í hvørt hús, samstarvar við Kringvarpið og bjóðar alskyns tiltøk fram í hesum døgum.

 

Um hetta hevur nakað við nýggj fólk á staðnum skal eg ikki kunna siga.

Tað er altíð torført at pástanda nakað uttan neyv tøl og hagfrøði annars.

 

Men uttan at ljóða alt ov klumsutur og klumbrutur sigur mítt avmarkaða eygamál mær, at júst í Norðurlandahúsinum grør um gangandi fót fyri tíðina. Og tøkk skulu tey hava fyri tað.

 

Tí tað er sum Churchill, gamli tók til, tá onkur heldur klumsut ætlaði at skerja mentanarpartin í Bretlandi undir seinna heimsbardaga.

 

- Then what are we fighting for?, svaraði Churchill. Hvørjum stríðast vit so fyri?, spurdi Churchill.