Tríburarnir Teodor, Birgir og Tórður: Orkubumbur um ein háls

Tann 30. í triðja fyltu tríggir dreingir í Fuglafirði trý ár. Talan er nevniliga um tríburarnar Teodor, Birgir og Tórður, sum leygardagin í seinastu viku rundaðu tey trý


Trý er ofta eitt eydnutal. Í Bíbliuni og í ævintýrum er trítalið altíð tað "góða" talið, meðan sjey, níggju og onnur tøl verða meir ella minni brúkt sum tey "óndu" tølini.
Og tað var ikki sørt ævintýrkent at stíga inn í garðin í Fuglafirði.
Tann fyrsti kemur rennandi ímóti okkum "Hygg!! Eg havi slikkipinn!!". So kemur tann næsti og áðrenn tú veitst av, standa tríggir fittir smádreingir og veipa við sleikisneisum, sum um vilja teir vísa, at teir allir eru eins.
Teodor, Birgir og Tórður eru tríburar. Teir eru tríggir lívligir dreingir, sum renna runt og spæla í garðinum. Eisini grannin, Brandur, sum er fýra, sleppur upp í part.
"Hygg, har er ein slanga, sum krógvar seg í moldini", sigur Teodor stoltur, og peikar niður í moldina í garðinum.
Jú, nakað heilt serstakt var at síggja hesar dreingir spæla saman.
3 av øllum
Tá tú komst innar í lítlu hugnaligu húsini á Bakkavegnum uppdagaði tú beinanvegin, at her búðu fleiri smábørn. Uppi í baðirúminum ? ella rættari, runt í øllum húsinum vóru lutir, ið søgdu tær, ella á ein ella annan hátt bóru brá av, at her vóru tríburðar í húsinum. Í køkinum vóru tríggir barnastólar, í stovuni sótu tríggjar bamsur, í gongini lógu tríggjar føroyskar bundnar troyggjur... Trý var tað afturgangandi talið.
Men hvussu er tað at hava tríggjar dreingir í húsinum? Vil tað siga, at tað er tríggjar ferðir so strævið, sum at hava eitt?
? Tað er lættasta sak í verðini, sigur pápin, Dia, skemtandi. ? Eg dugi ikki at siga, um tað er tríggjar ferðir so strævið, tí vit hava ongantíð bara havt eitt.
? Í fyrstuni er tað eitt sindur strævið, sigur Jónfríð, sum er mamma Teodor, Birgir og Tórða. ? Nú haldi eg, at tað strævna er yvirstaðið. Vit hildu tað tó ikki vera so strævið beint tá vit vóru í tí, men nú tá vit hyggja aftur, duga vit væl at síggja, at tað hevur verið nógv strævnari fyrr enn nú.
Foreldrini siga, at ein noyðist at vera rættiliga sterkur sálarliga fyri at megna at hava trý børn.
? Men beiggi mín eigur eina dóttir, sum er javngomul við okkara dreingir, greiðir Dia frá. ? Og eg haldi, at hann hevur havt tað nógv strævnari enn vit.
Víðari greiða tey frá, at tá dreingirnir vóru minni, so vóru tey noydd til at halda eina fasta rútmu. Ikki bar til at fara rennandi í hvørt húsahorn í føðingdag, tí rútman mátti haldast, tí annars kom klingur í valsin.
? Tá tú hevur eitt barn, kanst tú loyva tær at gera meira enn tá tú hevur trý so lítil børn, sigur Jónfríð.
? Men dreingirnir hava altíð verið lættir at fáast við, og tí hevur tað ikki verið so strævið, sum ein kundi væntað. Teir svóvu longu náttina út tá teir vóru tríggjar mánaðar gamlir. Um dagarnar fara teir í song um hálvgum átta tíðina, og klokkan sjey morgunin eftir noyðast vit at vakja teir.
Soleiðis er tað hvønn morgun, greiðir pápin okkum frá.
Same procedure...
Hvønn morgun verður mestsum eitt ritual gjøgnumført. Upp klokkan gott sjey, og dreingirnir verða vaktir. Meðan mamman skiftir teimum, og letur teir í, fer pápin niðurundir at gera morgunmatin kláran. Tá klokkan er átta koma mamma og børn niðurundir, og babba fer til arbeiðis, at smíða, og tá stendur morgunmaturin klárur á borðinum.
? Um morgunmaturin ikki stendur klárur á borðinum, tá eg komi niðurundir, ella um ein av dreingjunum stoytir vatn á seg og noyðist at skifta klæðir, so verði eg ov sein til arbeiðis, sigur Jónfríð, sum arbeiðir á Fiskavirking í Runavík.
Jónfríð arbeiðir 3/4 tíð á Fiskavirking í Runavík, og meðan eru dreingirnir í vøggustovu í Fuglafirði, sum teimum dámar ógvuliga væl.
Tá Teodor, Birgir og Tórður vóru gott hálvt annað ár, dugdu teir longu væl at tosa, og tað hevur gjørt tað nógv lættari hjá bæði foreldrum og starvsfólkunum í barnagarðinum at taka sær av teimum.
? Teir eru glaðir fyri at vera í barnagarði, fortelur Dia. ? Ongin trupulleiki. Tær ferðirnar eg havi verið teimum, so koma vit inn, lata teir úr, ein muss og so er tað farvæl og teir fara inn. Teir koma ikki eingongd rennandi yvir til hurðina aftaná okkum.
So líkir, men tó
Teir eru tríggir, teir líkjast, men allíkavæl, so er tað ein, sum ikki rættiliga líkist hinum báðum. Hetta kemur av, at Birgir og Tórður eru eineggjaðir.
? Teir líkjast allir sjálvsagt, men teir eru hóast alt heilt ymiskir.
Birgir og Tórður halda eitt sindur meira saman, meðan Teodor heldur seg eitt sindur fyri seg sjálvan, og fjasar og roksar einsamallur.
? Teodor er tann heilt tekniski. Hann er púra burtur í øllum, sum hevur knappar at trýsta á. Longu nú dugir hann at tendra útvarpið, seta ta fløguna frá hann vil hoyra, tendra sjónvarpið, skifta videoband og so framvegis, meðan tað klára hinir báðir als ikki.
Og nú Teodor hevur hoyrt, hvat prátið fór at snúgva seg um, sníkir hann seg innar í stovuna og setur Bassa-fløguna frá, so tað rungar eftir í øllum húsinum.
? Tá teir eru í bað, er tað Teodor, sum fyllir sproyturnar við vatni, meðan hinir báðir sproyta. Birgir og Tórður finna ikki rættiliga útav hesum teknikkinum enn.
Munur er á teimum. Teodor er meira friðarligur, meðan hinir kanska eru eitt sindur meira buldrasligir.
? Teodor er klossutur, hann dettur ofta. Tá hann var lítil gekk tað long tíð áðrenn hann kláraði at halda høvdinum uppi sjálvur, og vit væntaðu, at hann fór at vera sindur seinur á veg, men tað vísti seg at verða púra øvugt.
Hann var tann fyrsti, sum gekk framvið, sigur Dia.
? Hann er eitt ordiligt slangumenniskja. Tað kann knútur koma á hann, so bleytur og liðiligur er hann. Hann smekkar altíð pannuna í.
Jónfríð og Dia greiða okkum frá, at teir halda altíð saman, og eru skjótir at verja hvønn annan um onkur roynir at "leypa á" ella skelda.
Føðingardagur
Seinasta leygardag fyltu dreingirnir so trý ár, og vit hava frætt, at hetta var eitt stórt rok. Yvir 60 fólk vóru í føðingardag og soleiðis er tað á hvørjum ári.
? Tá klokkan var farin av trý, so koyrdi tað bara frameftir inntil á midnátt, og tú kanst ímynda tær, at vit vóru móð tá dagurin var yvirstaðin.
Men dreingirnir hava tað gott. Teir tosa, flenna, gráta, klandrast, spæla, renna, spæla bólt og alt annað, júst sum onnur børn.
At enda kundu vit nevnt, at nøvnini hjá teimum eru eftir ommum og abbum. Tórður eitur eftir mammu Dia, sum eitur Tórjun, og Teodor eftir pápa Dia, Theodor. Birgir hevur fingið navnið frá Birgit ommu, sum er mamma Jónfríð.
? Vit vildu ikki hava, at teir itu onkur nøvn, sum líktust ov nógv, sum til dømis, Rúni, Rani og Rói. Men hóast alt, so hava teir allir seks bókstavir og enda við r, so okkurt hava teir til felags, sigur Dia.
Men nú er vorðið seint. Dreingirnir eru vorðnir eitt sindur friðarligari. Kanska er tað tí Pocahontas er á skránni. Tað syrgdi Teodor fyri at fortelja okkum, og tendraði sjónvarpið júst klokkan 18.30, tí tá var stóri pinnur komin niður á seks talið. Útsenda og myndamaður takka fyri seg, og meðan Pocahontas ljómar í bakgrundini gongur leiðin aftur út á Argjar.