Hannis Martinsson skal tosa danskt

Kendi blaðmaðurin hjá Jógvani Isaksen fer at tosa danskt í nýggjari sjónvarpsrøð

Hann er blaðmaður, nakað váttligur, hevur ikki stýr upp á øll privat viðurskifti, svíkir stundum arbeiðið, men kann loysa fløktar krimigátur. Soleiðis kenna føroyingar helst kendastu føroysku krimihetjuna – Hannis Martinsson.

Jógvan Isaksen hevur skrivað 11 bøkur, har Hannis Martinsson er høvuðspersónur. Tann fyrsta kom í 1990, tann seinast í 2020. Tað vil siga, at Hannis Martinsson hevur verið partur av skaldsligu Føroyum í 30 ár, og hann er kanska tann persónur, flestir føroyingar hava lisið um hesi árini. Í øllum førum eru bøkurnar bestseljari hvørjaferð.

Nú skulu krimibøkur um Hannis Martinsson liggja til grund fyri nýggjari føroyskari sjónvarpsrøð fyri slakar 40 milliónir krónur. Í mars mánaði verður farið undir at filmað »Trom«, sum er í seks pørtum, og fyrst í 2022 verður røðin sýnd á Viaplay.

Leiklutin sum Hannis Martinsson skal heimskendi danski sjónleikarin Ulrich Thomsen spæla. Harvið er greitt, at Hannis Martinsson skal tosa danskt í nýggju sjónvarpsrøðini.

– Vit hava broytt søguna, so at Hannis er uppvaksin í Føroyum, býr uttanlands og kemur heim at kanna eitt mál. Hann skilir føroyskt, men tosar danskt í røðini, sigur Jón Hammer, sum framleiðari av »Trom«.

– Hetta er ein dýra sjónvarpsrøð, og tí hava vit roynt at funnið ein høvuðsleikara, sum er heimskendur. Ulrich Thomsen vísti áhuga fyri leiklutinum, og tað hevur havt sera stóran týdning fyri verkætlanina, at hann er við, sigur Jón Hammer.

Framleiðarin vísir á, at tað kann vera trupult at fáa fígging og keyparar, um onkur kendur sjónleikari ikki spælir við.

– Tað er neyðugt at hava ein altjóða kendan sjónleikara við fyri at fáa neyðugu fíggingina til sjónvarpsrøðina, og tað hevði neyvan latið seg gjørt, um bert føroyingar spældu við. Ulrich Thomsen er kendur um allan heim, hann hevur spælt við í James Bond, hann er kendur í USA, og tí kann hann eisini slóða fyri, at hendan røðin verður víst víðahvar, sigur Jón Hammer.

Hann viðurkennir, at summir føroyingar helst fara at halda, at tað er keðiligt, at høvuðsleikarin í røðini tosar danskt.

– Vit hava hugsað, at onkrar reaktiónir fara at koma, nú høvuðsleikluturin sum Hannis Martinsson verður spældur av donskum sjónleikara, men vit hava roynt at hugsað um tað positiva við, at vit hava fingið ein veruligan heimskendan sjónleikara at spæla við, og tað fer at hava stóran týdning fyri bæði hesa røðina og fyri Føroyar sum filmsland frameftir, sigur Jón Hammer.

– Hetta er fyrsta stóra føroyska framleiðslan av hesum slagi, og tí hava vit brúk fyri, at útlendsk fakfólk eru í lyklaleiklutum bæði á skíggjanum og í framleiðsluni. Men vit hava eisini nógvar føroyingar við í røðini og í framleiðsluni, og æltanin er, at vit skulu læra og menna okkum av hesari verkætlan. »Trom« skal slóða fyri, at Føroyar í framtíðini verða eitt virkið filmsland, sigur hann.