Eg fari fyrst at nýta hetta høvið at takka Marjuni Sigurðsdóttir fyri tað stóra arbeiði, sum hon hevur lagt í Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF) hesi bæði árini, sum hon hevur verið formaður.
Við tínum kunnleika til lógir, kunngerðir og reglugerðir og við tíni vitan og royndum frá fyrrverandi starvi tínum í Almannaverkinum hevur tú, Marjun, verið før fyri at lyft tungar byrðar í MBF og flutt hendan felagsskap við sínum 23 feløgum longur fram.
Av tilvild var eg stødd inni í MBF-húsunum, tá svarið frá tær við játtan um at stilla upp til formansvalið her fyri tveimum árum síðani. Tá hevði tú vakt i eina nátt - og ikki sovið uppá at svara, sum tað ljóðaði - tú hevði ikki hjarta at siga nei, hóast tað júst tá var hjartaveikleiki, ið kundi sagt tær, at tað bar ikki til. Men tað er gott at hava hjartað á røttum stað, ikki minst tá tað snýr seg um at tala søk teirra, ið bera brek.
Sum formaður í MBF hevur tú roynt hetta bæði í fjølmiðlunum og á fólkafundi á stevnum, eins og tú hevur eggjað feløgunum at gera vart við seg og fara undir kanningar og tiltøk.
Pensjónsmál og vard størv hava verið tíni hjartamál, og fyri at nevna okkurt annað, so hevur tað ligið tær á hjarta, at vit her í Føroyum skuldu fáa eina greiningarmiðstøð skipað eftir íslendskari fyrimynd, og nú sær út til, at tað røkist fyri at av hesum kemur í lag við Sernámsdepli við serdeildum og við Skúlanum á Trøðni, sum skulu virka sum tvær atskildar eindir. Stig fram á leiðini til eitt samfelag fyri øll, hóast nógv er eftir at náa. Hjartaliga takk fyri tín part í hesum arbeiðinum, og alt tað besta framvegis við góðum løtum saman við tínum ommubørnum og tínum næstu.
Síðani skal eg vegna nevndina í Giktafelagnum og meg sjálva sum umboð fyri tað ynskja Leilu Solmunde hjartaliga til lukku og góða eydnu við formansskapinum í MBF.
Tú segði mær, at tú hevði fingið áheitan um at stilla upp, men at tú vildi ikki stilla upp, um nakar annar kundi verða formansvalevni, tí tú vildi ikki, at nakað stríð skuldi vera um hetta starvið - og tú visti, at tú mátti siga alt annað nevndararbeiði frá tær - so tú skuldi hugsa teg væl um og kanska yvirtalast til at stilla upp. Men tú dugdi at síggja tørvin, og tú hevur tað rætta hjartalagið fyri MBF, tí játtaði tú at stilla upp og taka við formansstarvinum í MBF í dag.
At hava leiðsluna av 23 feløgum krevur dirvi, innlit og áræði at herja á við átøkum til at betra um korini hjá teimum, sum bera brek - ikki minst við at venda sær til avvarðandi myndugleikar og í fjølmiðlum og almennum samkomum at gera vart við skeivleikar í samfelagnum og vísa á neyðugar ábøtur í samfelagnum.
Sum formaður í Giktafelagnum og í Rørslubólkinum eins og í Ráðnum fyri brekað hevur tú víst, at tú hevur hendan førleika og evni til at tala og virka fyri meir enn einum felag. Tað er mín vón og ynski, at tú fær eitt gott samstarv við øll feløgini, sum eisini vísa tær álit og standa saman við tær í hesum stríðnum fyri at fáa okra samfelag at vera eitt samfelag fyri øll við øllum tiemum rættindum sum tilkoma einum og hvørjum samfelagsborgara uttan mun til aldur.
Tú hevur roynt og veit, hvat tað er at bera brek, og eg veit, at tú er ikki bangin fyri at siga tað, sum sigast skal, og kasta ljós á rætta stað. Men hóast tað, so hevði eg bestan hug til atkvøða ímóti, at tú gjørdist formaður í MBF, tí tað ber við sær, at tú fer frá sum formaður í Giktafelagnum, og tað er ein ómetaliga stórur saknur har, men hinvegin veit eg, at feløgunum í MBF tørvar at fáa júst ein so eldhugaðan formann sum teg, sum tey altíð kunnu venda sær til, ein sum brennur fyri teirra søk, ikki fellur í fátt ella gevst á hálvari leið, tá mótburður er, men heldur ótroyttiliga fram.
Verður tú líka góð við MBF sum við títt hjartabarn Giktafelag Føroya, so ivist eg onga løtu í, at MBF við tær hevur fingið ein góðan formann. Gud hjálpi tær. - Alt tað besta við hesum nýggja starvinum og í framtíðini. Takk fyri alt, sum jeg og okur onnur hava lært av at arbeiða saman við tær.
Tað hevur ikki verið keðiligt at sita undir liðini á tær í MBF sum umboð fyri giktafelagið, og eg trúgvi, at onkur stuttlig løta verður saman við tær, hóast tú nú fer úr nevndini í giktafelagnum til at vera formaður í MBF. Hjartaliga til lukku og takk fyri.