? Hetta málið er avgreittí samsvari við niðurstøðuna hjá Skipanarnevndini.
Andras Kristiansen í fiskivinnuumsitingini í Landsstýrinum sigur, at alt er farið fram sum tað eigur í sambandi við loyvið hjá vágamonnum at keypa norska línubátin Frøyanes.
Tað hevur vakt ans, at vágamenn hava keypt stóra, norska frystilínuskipið Frøyanes og at teir afturfyri hava lagt trý skip, Miðving, Mai og Óðin.
Frøyanes hevur so fingið 45% av fiskidøgunum hjá Miðvingi og Mai og 35% av døgunum hjá Óðini.
Tað, sum ónøgd serliga stendst av, er at nýggja línuskipið skal í bólk saman við útróðrarbátum yvir 40 tons.
Ónøgd er eisini um umrokningina av fiskidøgum, tí hóast Frøyanes ikki so frægt sum hevur fingið helmingin av døgunum hjá hinum trimum bátunum, verður hildið, at hann er so mikið effektivur, at talan er um eina øking sum merkist í veiðitrýstinum.
Í útvarpinum hóskvøldið upplýsti Andras Kristiansen í fiskivinnuumstingini í Tinganesi, at Skipanarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur ongar viðmerkingar havt.
Hetta úttalilsi fekk bæði formannin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen, og fyrrverandi formannin í felagnum Línuskipum, Árna Dam, at leypa upp frá.
Teir eru báðir limir í Skipanarnevndina og siga sum við einari rødd, at tað er skeivt, at Skipanarnevndin hevur viðgjørt málið og at hon enn minni hevur góðtikið tað.
Hevði ongar viðmerkingar
Men Andras Kristiansen í Landsstýrinum sigur, at Landsstýrið hevur fylgt teirri mannagongd sum tað skal og hevur borið seg rætt at.
Og hann heldur fast um, at Skipanarnevndin hevur boðað landstýrinum frá, at hon hevur ongar viðmerkingar til mátan, sum hesi loyvini eru løgd saman uppá.
? Skipanarnevndin skal ikki viðgera ítøkilig mál. Tí er málið um Frøyanes heldur ikki lagt fyri hana, sigur Andras Kristiansen.
Hann sigur, at gongdin á málinum hevur verið hendan:
? Í summar bað Landsstýrið Skipanarnevndina viðgera nøkur ávís mál. Eitt av málunum var at fáa nevndina at viðgera, hvussu fiskidagar skuldi umroknast, tá ið teir vórðu seldir ímillum bólkar.
?Í tí viðgerðini vildi nevndin hava fleiri upplýsingar frá Landsstýrinum, og tað fekk hon.
? Tann 10. desember fingu vit bræv frá Skipanarnevndini um, at hon var samd við Landsstýrið um, at fiskievnini hjá teimum ymsu skipunum skuldi verða avgerðandi fyri, hvussu fiskidagar skuldi umroknast ímillum bólkar.
Men Andrass Kristiansen sigur, at hann var ikki heilt nøgdur við svarið.
? Tann 15. desember sendi eg so Skipanarnevndina bræv og bað hana arbeiða víðari við málinum, tí taltilfarið, sum hon hevði brúkt, var ikki heilt nýtt.
? Men so hendi tað, at vit skiftu Landsstýrismann í Fiskivinnumálum.
? Stutt eftir bað Skipanarnevndin um fund við nýggja landsstýrismannin um arbeiðið hjá nevndini framyvir.
? Á tí fundinum spurdi eg nevndina, um hon varð lið?ug við viðgerðina.
? Svarað verður, at tað sum er sent Fiskimálastýrinum FMS er hennara svar. ? Men um so er at hetta er grundað á ov "gamalt taltilfar" eigur tað seinast tilfarið at verða brúkt- t. e. tað sum var brúkt í roknimodellinum, tá fiskidagaskipanin varð gjørd. ? Grundað á hetta skluldi Fiskimálastýrið gera eina talvu, sum so eigur at verða nýtt.
? Skipanarnevndin metti ikki, at hon skuldi gera meira við hetta málið.
? Eftir mínum tykki er tað tí ongin ivi um, at Skipanarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur svarað spurninginum.
Andras Kristiansen sigur, at tá ið niðurstøðan er, at fiskievnini eru tað avgerandi, kemur restin av sær sjálvum, tí fiskievnini hjá skipunum í teimum ymsu bólkunum liggur fast.
Onkur umsókn afturat
Annars upplýsir Andras Kristiansen, at Landsstýrið hevur fingið onkrar umsóknir afturat um at keypa skip undir nøkunlunda somu treytum, sum Frøyanes. Men hann upplýsir ikki, hvussu nógvar tær eru, ella hvaðani tær eru.