Kurvabóltssamband Føroya nú er sersamband innan ÍSF. Tað varð einmælt samtykt á aðalfundinum hjá ÍSF leygarmorgunin. Kurvabóltur hevur verið eitt av níggju menningarsambondum undir ÍSF, síðani Kurvabó [...] bondini hava. Tí var næsta natúrliga stigið, at gerast Sersamband. ÍSF ynskir Kurvabóltssambandi Føroya hjartaliga tillukku tilnevningini.
Ein 21 ára gomul kvinna og ein 27 ára gamal maður vórðu í Føroya Rætti í ár dømd ávikavist fýra og tríggjar mánaðar fongsul. Bæði sigldu við Norrönu, tá tey vórðu tikin 30. september. Tá høvdu tey 200 [...] Norrönu og læt 21 ára gomlu kvinnuni tað. Hetta var triðju ferð, at tey bæði royndu at smugla hassj til Føroya. Kvinnan seldi síðani hassjið í Føroyum fyri alt frá 90 krónum upp í 300 krónur fyri grammið til
arbeiðinum varð staðfest, at tað enn einaferð er eitt fiskiskip, sum hevur verið atvoldin til skaðan. Føroya Tele skrivar á heimasíðu síni, at nú verður roynt at fáa endurgjald fyri skaðan. Shefa-kaðalin er [...] eftir skeljum í økinum. Hetta er 14. ferð, at skaði er komið á Shefa, og higartil hevur hetta kostað Føroya Tele 18 milliónir krónur tilsamans at umvæla.
Vit rokna við, at tey flestu koma inn at landa seinast í vikuni sum kemur. Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum fyri næstu viku. Lagt verður aftrat, at línuskipini fiska bæði á djúpum eftir brosmu [...] er á ísfiskaveiði eftir toski í løtuni. Um útlitini til útróður í næstu viku, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður góður fyrst í vikuni, og sambært veðurforsagnum verður hampiligt veður. -
Hammer, ið streyk avstað við sigrinum, tá tað fimta árið á rað í varð skipað fyri kapping um at gerast Føroya sterkasti maður. Sum hini árini, var kappingin í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har nógv fólk var [...] Hammer, sum síðst var næststerkastur, megnaði altso hesa ferð at fara allan vegin og vinna sær heitið Føroya sterkasti maður. Nummar tvey var Bjarni Nielsen og nummar trý Helgi Lamhauge, og Jákup Petur Djurhuus
skal í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Í ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya verður í kvøld lutakast um, hvussu liðini skulu møtast í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgm [...] verða Leivur Frederiksen, vertur, og Trygvi Mortensen, limur í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya, skrivar fsf.fo. Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar sunnudagin 5. mai
Flaggdagskoyringin hjá Føroya Ellisakførum hevur verið eitt afturvendandi tiltak, síðan felagið varð stovnað í 1992. Hesaferð vóru nógv akfør við í tiltakinum, bæði motorsúkklur og bilar. Eisini vóru nøkur [...] sum ikki áðura hava verið við í flaggdagskoyringini. Ellisakførini koyrdu frá felagshølunum hjá Føroya Ellisakførum yviri við Strond í raðkoyring gjøgnum býin og oman á Kongabrúnna, har tey vóru sýnd
rokkbólkurin The Dreams, ið júst nú hava skrivað undir sáttmála við franskt fløgufelag, koma til Føroya í summar, har teir fara at framføra á festivalinum við Múrin. ChiefOne, umboðsmaður hjá The Dreams [...] tá ið teir í summar koma aftur til klettarnar. -Fleiri danskir fjepparar fylgja við The Dreams til Føroya, tí tey vilja uppliva heimlandið hjá bólkinum, sigur hann. Við heilum 60 framførslum í Danmark í
Mannligu limirnir í Føroya Arbeiðarafelag forvinna tvær so nógv sum kvinnurnar Menn forvinna næstan tvær ferðir so nógv sum kvinnur. Tað vísir ein kanning av lønarinntøkunum hjá limum í Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Shell og Tórshavnar Bátafelag skipa fyri fjøltáttaðum fyrilestrum fyri allar bátaeigarar Sunnudagin 10. februar kl. 16 verður eitt forkunnugt tiltak í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í J. H. Sc [...] Schrøtersgøtu 9, í Tórshavn. Tað er Føroya Shell, sum í samstarvi við Tórshavnar Bátafelag skipar fyri hesum tiltakinum, sum er ókeypis. Skráin er bæði fjøltáttað og spennandi. Hanus Kjølbro, sum fyri stuttari