Nøkur línuskip koma inn at landa

Í morgin koma tvey ella trý línuskip inn at landa, og øll hesi hava verið undir Íslandi. Skipini hava bæði tosk, hýsu, brosmu og longu.

- Vit vænta, at ein línubátur, sum fiskar svartkalva, eisini kemur inn at landa í morgin.

Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.

Lagt verður aftrat, at seinni í vikuni kemur helst eitt línuskip aftrat, og hetta skipið hevur mest av brosmu og longu.

Fyrst í vikuni, sum kemur, byrja tvey línuskip fiskiskap á Flemish Kap.