Fiskimenn betri tryggjaðir enn áður

- Øll skip skulu hava føroyskar eigarar og verða skrásett í Føroyum, sigur felagið hjá skiparum og navigatørum.

- Í nýggju fiskivinnulógini eru viðurskiftini hjá fiskimonnum betri tryggjað í mun til áður, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag á síni heimasíðu í dag.

 

Felagið vísir á, at sambært nýggju lóggávuni skulu sáttmálar hjá føroyskum manningarfeløgum galda fyri alla manningina á føroyskum fiskiskipum, og arbeiðs-og uppihaldsloyvi í Føroyum skal kunna krevjast til alla manningina.

 

- Øll skip skulu hava føroyskar eigarar og verða skrásett í Føroyum, og nú ber ikki til at leiga skip inn úr útlondum við undirløntari útlendskari manning.

 

Føroya Skipara-og Navigatørfelag vísir á, at í nýggju lógini um veiðigjøld, sum er samtykt, verða hýrurnar hjá fiskimonnum ikki partur av gjaldinum.

 

- Tær veruliga hýrurnar verða drignar frá, tá gjøld verða roknað út og ásett, sigur felagið hjá skiparum og navigatørum á síni heimasíðu í dag.