Vilja hjálpa útsetum at velja Føroyar

Í kvøld verður útisetatiltak í Keypmannahavn, har tvær stórar føroyskar fyritøkur vilja hjálpa útsetum at velja Føroyar

Í kvøld savnast føroyingar á Norðuratlantsbrygguni í Keypmannahavn, har BankNordik og Atlantic Airways skipa fyri tiltaki, tey kalla ”Vel Føroyar”.

Á tiltakinum fáa útisetar upplýsingar um ymisk viðurskifti í sambandi við at flyta heim til Føroya. Serfrøðingar fara at greiða frá um sethúsafígging, eftirlønarviðurskifti, skatt, tryggingar og onnur viðkomandi viðurskifti.

Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, sum í fleiri ár búði í USA, fer at greiða frá, hví hann valdi Føroyar, og hann fer at geva góð ráð um at finna dreymastarvið í Føroyum.

Umframt framløgur verða fólk eisini boðin okkurt at eta og drekka, og Leif Sørensen, Áki Herálvsson og Bjarni Mortensen fara at hava sonevnt Kokka Jam. Sakaris diskar, og bólkurin Frum framførir.  Eisini verða fleiri burturlutingar.

Tiltakið á Norðuratlantsbryggjuni er ókeypis og byrjar í kvøld kl. 19.30.