Flestu partrolarar koma inn at landa í vikuni sum kemur, men skipini, sum eru farin út aftur eftir illveðrið fyri viku síðan, hava sambært Fiskamarknaði Føroya smáligan fiskiskap.
- Vit vænta, at okkurt parið fer at royna fram til jóla og landar síðan eftir jól, verður lagt aftrat.
Men, tað verða ikki bara partrolarar, sum koma inn at landa í næstu viku. Tað koma djúpvatnstrolararnir væntandi eisini. Sum skilst, fiska djúpvatnstrolararnir upsa.
- Tveir trolbátar eru norðanfyri og fáa mest av toski og nakað av hýsu og flatfiski. Hesir koma báðir inn at landa mánadagin. Møguliga loysir onkur trolbátur um vikuskiftið.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at eitt garnaskip hevur lagt til jóla, men tey tvey, sum eftir eru, fara væntandi út um vikuskiftið. Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er smáligur í løtuni.