Djóradagar í Havnardali hetta vikuskiftið

Aftur í ár skipar Føroya Ríðingarfelag fyri djóradøgum úti í Havnardali.

Í morgun vitjaðu Nina Brockie, Brandur í Dali og Bødvar Hjartvardson morgunsendingina hjá Rás2, og tey staðfestu, at undirtøkan hevur verið stór fyri djóradøgunum tey undanfarnu árini.

Bæði leygardagin og sunnudagin verða djóradagarnir úti í Havnardali á skránni millum klokkan 14 og 18, har til ber at at síggja øll møgulig djór. Serligar rossaframsýningar verða eisini á skránni.

Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra prátið við Ninu Brockie, Brand í Dali og Bødvar Hjartvardson.