Fiskiskapurin kundi verið betri

Tveir trolbátar fiska havtasku, og fýra fiska tosk og hýsu. Teir eru nýliga byrjaðir túr og koma helst inn at landa síðst í næstu viku.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at fiskiskapurin kundi verið betri, enn hann er í løtuni.

 

Um gongdina hjá djúpvatnstrolarunum, sum eru á ísfiskaveiði, verður sagt, at tveir fiska upsa og koma helst at inn at landa síðst í næstu viku. Frystitrolararnir, sum eru til fiskiskap, fiska tosk, svartkalva og blálongu.

 

- Tveir trolbátar fiska havtasku, og fýra fiska tosk og hýsu. Vit vænta, at teir flestu koma inn at landa síðst í næstu viku, tí bátarnir eru nýliga byrjaðir túr.

 

Um garnaskipini verður sagt, at øll trý skipini eru til fiskiskap og koma helst koma inn at landa síðst í næstu viku.

 

- Fiskiskapurin hjá garnaskipum er smáligur, verður lagt aftrat í frásøgnini hjá Fiskamarknaði Føroya í dag.