halda, at Carl Gustaf kongur eigur at siga trúnuna frá sær og at lata Victoria krúnprinsessu taka við. Í einari meiningakanning, sum Aftonbladet hevur gjørt, siga 63 prosent av teimum spurdu, at kongur [...] kongur eigur at fara frá innan 10 ár. Carl Gustaf hevur fleiri ferðir verið umrøðuevni í fjølmiðlunum og á gøtuhornunum í Svøríki. Í síðsta mánað avdúkaði ein nýggj bók, at kongur hevði vitjað fleiri sokallaðar [...] sokallaðar stripp-klubbar meiri enn einaferð, og at hann eftir øllum at døma var meiri enn væl við songkvinnuna Camilla Henemark eitt tíðarskeið. Yvirhøvur hevur undirtøkan hjá svenska kongshúsinum verið minkandi
Myndugleikarnir í Kili fara nú at kanna trygdarviðurskiftini í landsins námum. Endamálið er at tryggja, at eingin skal arbeiða undir umstøðum sum teimum í San Jose-koparnáminum. Tað segði forsetin, Sebastian [...] sum vóru bjargaðir eftir at hava sitið innistongdir í náminum í 69 samdøgur. Hinvegin kundi forsetin ikki veita trygd fyri, at tað, sum hendi í San Jose-náminum, ikki fer at endurtaka seg í Kili. -Men [...] -Men eg skal lova tykkum, at hetta landið fer ongantíð aftur at loyva, at menn skulu arbeiða undir so ómenniskjaligum og vandafullum umstøðum sum í San Jose-náminum og øðrum námum, segði Sebastian Pineira
- Hetta er óheppið fyri samgonguna, men eg haldi at hetta fer hon at tola. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, harmast um, at tað ikki eydnaðist at finna semju um fíggjarkarmin, sum varð lagdur fyri tingið í [...] heldur, at fleiri sparingar áttu at verðið gjørdar. Hóast arbeiðið at leggja fíggjarkarmar fyri eitt samfelag, er eitt sera grundleggjandi arbeiði fyri eina stjórn, er løgmaður sannførdur um, at samgongan [...] samgongan tolir tað, at hon ikki kláraði at semjast um fíggjarkarmin. Uppskotið er nú latið Løgtinginum og hann er opin fyri gera broytingar, vil ein meiriluti í Løgtinginum tað.
leggja tey dent á, at tað ikki er neyðugt at renna allan teinin, sum er umleið fýra kilometrar. Somuleiðis er heldur ikki neyðugt at renna allar fýra kilometrarnar, tí møguleiki er at kuta teinin í helvt [...] fara omanfyri 150 føroyingar í Keypmannahavn at renna stuðulsrenning til frama fyri Haiti. Fólkini handan tiltakið siga, at tað framvegis er møguleiki at tekna seg til tiltakið, sum er meira enn bara [...] . Við málið verður vatn, kaffi, køkur og annað gott at fáa. Seinni um kvøldið eru luttakandi rennararnir bodnir í veitslu. Tað kostar 150 krónur at luttaka og allur innsavnaði peningurin fer óskerdur til
Barack Obama, forseta um at útvega fleiri skattakrónur til at fíggja fleiri arbeiðspláss innan skúlaverkið og trygdartænastu við. Aftan á orðaskiftið varð atkvøtt, og tað vísti seg, at 50 senatorar tóku undir [...] forsetanum, sum hevur til endamáls at útvega 400.000 nýggj arbeiðspláss. Leiðarin hjá demokratunum í Senatinum, Harry Reid, legði republikanararnar undir at verja tey ríku og at sleppa teimum arbeiðsleysu upp [...] undir við uppskotinum hjá forsetanum, og at 50 atkvøddu ímóti. Skipanin sigur, at minst 60 skulu atkvøða fyri. Allir teir republikonsku senatorarnir atkvøddu ímóti uppskotinum, og tað gjørdu tveir demokratiskir
frágreiðing frá Løgtingsumboðsmanninum 2. november 2010 um avgerðir at løggilda grannskoðarar. Fyri at fáa greiðu á málinum, og fyri at tryggja, at fult álit kann vera á fyrisitingini, setti løgmaður í verk eina [...] fegnast Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður um at kanningarleiðarin hevur latið frá sær hesa frágreiðingina. - Her er niðurstøðan, at grundarlag er ikki at halda, at aðalstjórarnir Arne Poulsen og Rúni Joensen [...] óregluliga at í sonevnda grannskoðaramálinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. "Álvarsligir feilir og brek vóru í viðgerðini hjá Innlendismálaráðnum og Vinnumálaráðnum í avgerðini at løggilda g
vóna, at NATO fer at halda fram við sínum átaki og at hjálpa okkum og okkara grannum til ársskiftið í hvussu er, segði Jalil. Ætlanin var, at Libya-átakið hjá NATO skuldi enda tann 31. oktober, og at avgerð [...] Sambært Ritzau-tíðindastovuni er tað kortini als ikki vist, at NATO fer at leingja Libya-átakið út um 31. oktober. Eitt nú verður víst á, at fleiri lond hava longu tikið síni flogfør heim. [...] Skiftisráðið í Libya sigur nú, at NATO eigur ikki at steðga sínum Libya-átaki fyrr enn í fyrsta lagi um ársskiftið. Tað segði formaðurin í ráðnum, Mustafa Abdel Jalil, á einari ráðstevnu fyri norðurafrikonsk
Said Gaddafi, at mótmælisfólkini hava ræðið á fleiri herstøðum og herútgerð har eysturi í landinum, men hann helt uppá, at herurin styðjar landsins leiðara, Muammar Gaddafi, og at herurin fer at stríðast til [...] beinleiðis sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið, at Libya og landsins fólk standa á einum vegamóti. Tað kann enda við, at myndugleikarnir missa tamarhaldið á støðuni, og at ófriðurin, sum hevur verið teir seinastu [...] Gaddafi mælti til samskifti, og hann lovaði, at stýrið fer at skipa fyri einum fundi í dag, har ymisk uppskot um nýskipanir verða løgd fram. Í gjárkvøldið ljóðaði, at Muammar Gaddafi var farin úr Libya, men
tikið meiri enn 100 andstøðingar fyri at forða fyri, at teir skulu elva til mótmæli og ófrið. Kinesiski forsetin, Hu Jintao, segði í gjár, at myndugleikarnir fara at tátta reglurnar um, hvussu fólk kunnu [...] vikuskiftið, tí at teir umvegis internetið høvdu eggjað fólki til at fara undir eina Jasmin-kollvelting á sama hátt sum í Tunesia og Egyptalandi. DR-tíðindamaðurin í Kina, Søren Bendixen. sigur, at eitt væl mannað [...] framferðin hjá løgregluni, at teir kinesisku myndugleikarnir bera ótta fyri, at mótmælini í Norðurafrika og Miðeystri kunnu breiða seg til Kina. Mannarættindafelagsskapir vilja vera við, at myndugleikarnir hava
og flóðalduna fáa nú onnur lond at endurskoða trygdarskipaninar á kjarnorkuverkunum. Indiski forsætisráðharrin, Manmohan Singh, segði í dag, at stjórnin hevur gjørt av at endurskoða allar trygdarskipaninar [...] um 4.500 megawatt, men stjórnin ætlar at økja framleiðsluna upp í 63.000 megawatt innan 2032. Myndugleikarnir í Sveis samtyktu í dag at endurskoða eina ætlan um at endurnýggja tey elstu kjarnorkuverkini [...] inar á landsins kjarnorkuverkum. Endamálið er at fáa vissu fyri, at tey indisku kjarnorkuverkini skulu tola náttúruvanlukkur sum hana í Japan. Einki land í heiminum fær so stóran part av sínari orku frá