Lond endurskoða síni kjarnorkuverk

Óhappini á fleiri kjarnorkuverkum í Japan eftir jarðskjálvtan og flóðalduna fáa nú onnur lond at endurskoða trygdarskipaninar á kjarnorkuverkunum. Indiski forsætisráðharrin, Manmohan Singh, segði í dag, at stjórnin hevur gjørt av at endurskoða allar trygdarskipaninar á landsins kjarnorkuverkum. Endamálið er at fáa vissu fyri, at tey indisku kjarnorkuverkini skulu tola náttúruvanlukkur sum hana í Japan.

Einki land í heiminum fær so stóran part av sínari orku frá kjarnorkuverkum sum India. Árliga framleiðslan liggur um 4.500 megawatt, men stjórnin ætlar at økja framleiðsluna upp í 63.000 megawatt innan 2032.

Myndugleikarnir í Sveis samtyktu í dag at endurskoða eina ætlan um at endurnýggja tey elstu kjarnorkuverkini í landinum. Myndugleikarnir siga, at ætlanin má endurskoðast eftir tað, sum er hent í Japan, og at trygdin er tað, sum hevur størstan týdning.