Føroyar taptu 1-3 fyri HM-bronsuvinnarunum frá 2022, og HM-bronsuvinnarunum frá 2018, Kroatia á útivølli í Rijeka.
HER ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen.
Føroyar endaðu undankappingina við stigameti, 12 stigum. Samstundis er talan um fyrstu undankapping, har Føroyar hava havt ein pluss málmun. Málmunurin gjørdist 11-9 í hesari undankappingini. So samanumtikið hava okkara avrikað framúr væl. Við eitt sindur av neyvleika og hepni høvdu vit 14 ella 15 stig.
HER ber til frá danska TV2 at síggja málini frá dystinum Kroatia-Føroyar 3-1 (1-1), umframt stóra málmøguleikan hjá Hanusi Sørensen í fyrra hálvleiki. Videobrotið sæst ovast í greinini.
Kroatia – Føroyar 3-1 (1-1)
0-1: Géza Dávid Turi 16.
1-1: Josko Gvardiol 23.
2-1: Petar Musa 57.
3-1: Nikola Vlasic 70.
Mattias H. Lamhauge – René Shaki Joensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (Páll A. Klettskarð, 85.) – Árni Frederiksberg (Adrian Justinussen, 77.), Jákup B. Andreasen, Géza Dávid Turi (Jóannes Bjartalíð, 68.), Hanus Sørensen (Martin Agnarsson, 77.) – Meinhard E. Olsen (Petur Knudsen, 68.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, Bárður á Reynatrøð, Arnbjørn Svensson, Gullbrandur Øregaard, Jann J. Benjaminsen, Ási P. Dam, Jóan Símun Edmundsson
Gult kort: Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen











