Tað endaði við 3-1 heimasigri, tá ið føroyska fótbóltslandsliðið í kvøld var á útivølli ímóti Kroatia. Hetta var fyrsta ferðin í hesi HM undankappingini, at Føroyar taptu við meiri enn einum máli. Hetta var síðsti dystur í hesi undankappingini. Týskvøldið fara Føroyar at spæla vinadyst ímóti Kasakstan. Hann verður í Kroatia, og tá fara fleiri av teimum, sum í kvøld vóru á beinkinum og kanska ikki høvdu so stóran leiklut á vøllinum, at fáa møguleikan, hevur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari sagt.
Samlaða føroyska úrtøkan í hesi HM undankappingini er 12 stig, og tað er besta úrtøka, sum Føroyar yvirhøvur hava rokkið.
Hálvleiksstøðan var 1-1, og tað var Géza Dávid Turi, sum í fínum fimta landsdysti fyri fyrstu ferð var málskjútti. Eitt korter var farið, tá ið hann av brotsteigarmarkinum og umvegis mótstøðubein sendi bóltin í málið.
Í 23. minutti javnaði Josko Gvardiol úr vinstru. Tað var serliga í vinstru, at heimamenninir aftur og aftur bjóaðu føroysku verjuni av.
Eftir steðgin var leikferðin hjá Kroatia hægri, enn hon var í fyrra hálvleiki, og tá var føroyska liðið øgiliga nógv í verjustøðu. Petar Musa legði stórar tíggju minuttir eftir steðgin heimaliðið framum 2-1. Bólturin varð spældur fram á hann, og í beinleiðis tvídysti við Odmar Færø eydnaðist tað heimamanninum hegnisliga at sneiða verjuspælaran frá sær og skora.
So spældu kroatarnir grís, sum tað plagdi at verða sagt, í 20 minuttir, og í 70. minutti eydnaðist tað Nikola Vlasic við handara stólpa og eftir innlegg úr vinstru at økja um leiðsluna.
Eyðun Klakstein landsliðsvenjari heldur ikki, at tað er so nógv at siga til, at tað endaði við 3-1 tapi:
-Kanska kunnu vit iðra okkum um onkrar av verjustøðunum, sum í seinna hálvleiki bóru mál við sær, hóast verjan sum heild stóð seg væl. Vit høvdu møguleikar eisini í seinna hálvleiki at skora. Í fyrra hálvleiki hevði Hanus Sørensen stóran møguleika, og so var tað støðan í seinna hálvleiki, tá ið Hanus Sørensen var í góðari støðu í vinstru og innleggið ikki var nóg neyvt, tá ið bæði Árni Frederiksberg og René Shaki Joensen vóru leysir inn fyri málinum.
Og so kunnu vit leggja aftrat, at innskifti Petur Knudsen í vinstru varð spældur leysur, men málverjin bjargaði til horna.
Í støðuni, tá ið Kroatia økti til 3-1, vóru føroysku spælararnir misnøgdir, tí dómarin ikki bríkslaði fyri horna til Føroyar.
-Soleiðis var tað, men vit kunnu ikki siga, at tað var ein einstøk støða, sum bar við sær, at vit taptu, tí kroatarnir vóru sum heilt betri, enn vit vóru í kvøld, sigur Eyðun Klakstein í samrøðu við Trónd Arge í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Kroatia – Føroyar 3-1 (1-1)
0-1: Géza Dávid Turi 16.
1-1: Josko Gvardiol 23.
2-1: Petar Musa 57.
3-1: Nikola Vlasic 70.
Mattias H. Lamhauge – René Shaki Joensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (Páll A. Klettskarð, 85.) – Árni Frederiksberg (Adrian Justinussen, 77.), Jákup B. Andreasen, Géza Dávid Turi (Jóannes Bjartalíð, 68.), Hanus Sørensen (Martin Agnarsson, 77.) – Meinhard E. Olsen (Petur Knudsen, 68.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, Bárður á Reynatrøð, Arnbjørn Svensson, Gullbrandur Øregaard, Jann J. Benjaminsen, Ási P. Dam, Jóan Símun Edmundsson
Gult kort: Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen











