- Hetta er óheppið fyri samgonguna, men eg haldi at hetta fer hon at tola. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, harmast um, at tað ikki eydnaðist at finna semju um fíggjarkarmin, sum varð lagdur fyri tingið í evstu løtu í gjárkvøldið, sum vit skriva longur niðri á Portalinum.
Fólkaflokkurin tekur undir við tí, sum stendur í uppskotinum, ið varð borið í Løgtingið í gjárkvøldið.
Men hann stendur kortini ikki aftanfyri uppskotið til fíggjarkarm, tí hann heldur, at fleiri sparingar áttu at verðið gjørdar.
Hóast arbeiðið at leggja fíggjarkarmar fyri eitt samfelag, er eitt sera grundleggjandi arbeiði fyri eina stjórn, er løgmaður sannførdur um, at samgongan tolir tað, at hon ikki kláraði at semjast um fíggjarkarmin.
Uppskotið er nú latið Løgtinginum og hann er opin fyri gera broytingar, vil ein meiriluti í Løgtinginum tað.