Said Al-islam Gaddafi segði í einari beinleiðis sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið, at Libya og landsins fólk standa á einum vegamóti. Tað kann enda við, at myndugleikarnir missa tamarhaldið á støðuni, og at ófriðurin, sum hevur verið teir seinastu dagarnar, kann enda í einum veruligum borgarakríggi, segði hann.
Í røðuni viðgekk Said Gaddafi, at mótmælisfólkini hava ræðið á fleiri herstøðum og herútgerð har eysturi í landinum, men hann helt uppá, at herurin styðjar landsins leiðara, Muammar Gaddafi, og at herurin fer at stríðast til síðsta blóðsdropa.
Said Al-islam Gaddafi mælti til samskifti, og hann lovaði, at stýrið fer at skipa fyri einum fundi í dag, har ymisk uppskot um nýskipanir verða løgd fram.
Í gjárkvøldið ljóðaði, at Muammar Gaddafi var farin úr Libya, men tey tíðindini eru ikki váttað.