Útisetar renna fyri Haiti

Leygardagin fara omanfyri 150 føroyingar í Keypmannahavn at renna stuðulsrenning til frama fyri Haiti. Fólkini handan tiltakið siga, at tað framvegis er møguleiki at tekna seg til tiltakið, sum er meira enn bara ein vanligur rennitúrur.

Fyrst og fremst leggja tey dent á, at tað ikki er neyðugt at renna allan teinin, sum er umleið fýra kilometrar. Somuleiðis er heldur ikki neyðugt at renna allar fýra kilometrarnar, tí møguleiki er at kuta teinin í helvt til tveir kilometrar.

Við málið verður vatn, kaffi, køkur og annað gott at fáa. Seinni um kvøldið eru luttakandi rennararnir bodnir í veitslu. Tað kostar 150 krónur at luttaka og allur innsavnaði peningurin fer óskerdur til hjálpararbeiði á Haiti.

Tilmelding fer fram á Facebook-síðuni, sum kemur fram við at leita eftir tiltakinum Haiti-renning í Keypmannahavn.