Sviar vilja hava kongin frá

Flestu sviar halda, at Carl Gustaf kongur eigur at siga trúnuna frá sær og at lata Victoria krúnprinsessu taka við. Í einari meiningakanning, sum Aftonbladet hevur gjørt, siga 63 prosent av teimum spurdu, at kongur eigur at fara frá innan 10 ár.

Carl Gustaf hevur fleiri ferðir verið umrøðuevni í fjølmiðlunum og á gøtuhornunum í Svøríki. Í síðsta mánað avdúkaði ein nýggj bók, at kongur hevði vitjað fleiri sokallaðar stripp-klubbar meiri enn einaferð, og at hann eftir øllum at døma var meiri enn væl við songkvinnuna Camilla Henemark eitt tíðarskeið.

Yvirhøvur hevur undirtøkan hjá svenska kongshúsinum verið minkandi tey seinastu 15 árini. Í summar vísti ein meiningakanning hjá lærda háskúlanum í Gøteborg, at 22 prosent vóru fyri at avtaka kongvaldið. Tað søgdu 16 prosent í einari tilsvarandi kanning í 2003, skrivar Aftonbladet.