Skiftisráðið í Libya sigur nú, at NATO eigur ikki at steðga sínum Libya-átaki fyrr enn í fyrsta lagi um ársskiftið. Tað segði formaðurin í ráðnum, Mustafa Abdel Jalil, á einari ráðstevnu fyri norðurafrikonsk lond, sum verður hildin í Doha.
-Vit vóna, at NATO fer at halda fram við sínum átaki og at hjálpa okkum og okkara grannum til ársskiftið í hvussu er, segði Jalil.
Ætlanin var, at Libya-átakið hjá NATO skuldi enda tann 31. oktober, og at avgerð skuldi takast um tag í dag, men aftan á áheitanina frá skiftisráðnum er avgerðin fyribils útsett til fríggjadagin.
Sambært Ritzau-tíðindastovuni er tað kortini als ikki vist, at NATO fer at leingja Libya-átakið út um 31. oktober. Eitt nú verður víst á, at fleiri lond hava longu tikið síni flogfør heim.