Myndugleikarnir í Kili fara nú at kanna trygdarviðurskiftini í landsins námum. Endamálið er at tryggja, at eingin skal arbeiða undir umstøðum sum teimum í San Jose-koparnáminum.
Tað segði forsetin, Sebastian Pineira, í gjárkvøldið, tá hann hitti teir 33 menninar, sum vóru bjargaðir eftir at hava sitið innistongdir í náminum í 69 samdøgur.
Hinvegin kundi forsetin ikki veita trygd fyri, at tað, sum hendi í San Jose-náminum, ikki fer at endurtaka seg í Kili.
-Men eg skal lova tykkum, at hetta landið fer ongantíð aftur at loyva, at menn skulu arbeiða undir so ómenniskjaligum og vandafullum umstøðum sum í San Jose-náminum og øðrum námum, segði Sebastian Pineira.
Teir 33 menninir vóru á einum sjúkrahúsi, har teir skulu venja eyguni við ljósið, og tað er møguligt, at teir fyrstu verða útskrivaðir longu í dag.