eftirlýsir somuleiðis at fáa útgreinað, hvat liggur í nýggju strategiini fyri felagið, sum er orsøk til knappliga stjóraskiftið. Men landsstýrismaðurin sigur seg vita eins lítið og øll onnur. Johan Dahl upplýsti [...] hjá teimum, sum mynda felagið í dag, og at tað eisini verður endin á tí, sum fer fram. At man fær gjørt felagið soleiðis, at tað verður til gangs fyri brúkaran, fyrst og fremst. Brúkaran, sum er føroya fólk [...] eisini í ár, tá Niels Mortensen varð settur sum nýggjur nevndarformaður. Undan tí aðalfundinum var eisini ein fundur millum landsstýrismannin og ta nevndina, sum skuldi veljast á aðalfundinum seinni sama
hava ein slíkan stovn, sum rættiliga skal leggja seg í selarnar fyri at fáa útlendingar at ferðast higar. Tí er tað uttan iva ein gongd leið at skipa hendan stovnin øðrvísi, so hann ikki liggur beint [...] gongdina. Ferðavinnan kann gerast tað ískoytið, sum skal til. Her er talan um eina vinnu, sum longu hevur fleiri arbeiðspláss, men sum sambært nevdnu ætlan kann tvífalda talið av arbeiðsplássum [...] a var talan um ein almennan stovn. Síðan var hann lagdur saman við øðrum stovni fyri síðani at verða tikin av og rovini løgd beint undir landsstýrismannin í uttanríkismálum, sum nú er løgmaður
útgrivið, og nógv forvitnisligt funnið, sum ongantíð áður er sýnt fram. Nú skal tað fram í ljósið, soleiðis at ein og hvør kann kunna seg við tað forvitnisliga, sum er komið undan kavi, og uppliva okkara [...] Er tað nakað, sum ein antikvarur í vanligari fólkahugsan ikki skal gera, so er tað at hyggja fram eftir, men heldur konsentrera seg um farnar tíðir. Men nýggi landsantikvarurin Andras Mortensen hyggur [...] undir lívsvirði og trivnaði í landinum. Mentanararvurin er ríkidømi hjá okkum øllum, og ein stór ábyrgd liggur á leiðslu og starvsfólki á Føroya Fornminnissavni og bygdasøvnunum at nøra um hetta tilfeingi
Javnaðarfloksins frá sum formann í Uttanlandsnevndini og seta ein av sínum egnu í henda fyri demokratisku gongdina týðandi sess, var enn eitt stórt mistak. Nú liggur Tjóðveldisflokkurin sum hann hevur reitt [...] í løgmann, sum setti varaløgmann uppá pláss. Tað rætta hevði verið, um andstøðan varð tikin uppí samgonguna so ella so - ella at úrskrivað varð nýval. Ístaðin fyri vit eina neyðloysn, har ein nýggjan s [...] nú alt er vent í málinum er fyri at kunna halda samgonguni saman. Ein fólkaatkvøða átti at verið alt ov álvarslig til at verða brúkt sum samgongukitt. Sosialurin
er tað ein kollvelting, at møguleiki er at skráseta fyritøkur í keypsskálum, sum gjørt verður uttanlands, tí vanliga eru tað familjur, sum eiga fyritøkurnar ella eru tað vinir og kenningar, sum eiga tær [...] arknaðurin, sum var til viðgerar. Vit fingu orð á stjóran í TK-Stovuni, Ólav Gregersen, og spurdu hann um hvat hann sær í einum føroyskum virðisbrævamarknaði. Avbjóðing og møguleiki - Ein føroyskur vi [...] virðisbrævamarknaður gevur nógvar nýggjar avbjóðingar, samstundis sum hann eisini gevur vinnuni nýggjar møguleikar. Tað var tað, sum vit vildu greiða vinnuni frá, og tí valdu vit at gera eitt seminar við
Grønland, sum verða bjóðað fram sum ferðavinnumál, og teir mongu keypararnir, sum eru her, koma úr øllum partum av heiminum, og teir koma bert fyri at vitja okkum, sum vilja selja hesi trý londini sum ferð [...] innan føroysku ferðavinnuna, sum eru við á stevnuni. Hetta vil siga, at tað eru tey, sum hava staðið sína roynd í vinnuni, og sum útlendsku keypararnir kenna. Keypararnir, sum eru komnir at vitja stevnuna [...] Býráðshøllin liggur í sjálvum hjartanum av íslendska høvuðsstaðnum, og er hon bygd, so at hon liggur út í vælkendu Tjørnina. Uttan fyri inngongdina til sjálva býráðshøllina er eisini ein lítil hylur, og
væl turrari enn Føroyar. Tað er ein stórur fyrimunur í mínari verð. Viðvíkjandi framtíðar arbeiðsmøguleikum trúgvi eg eisini, at ein altjóða útbúgving er ein fyrimunur. Ein vansi, harafturímóti, er sjálvandi [...] forritari, projekt leiðari Hvussu kanst tú lýsa skúlan: Skúlin liggur umleið 25 min frá mið-Melbourne. Umhvørvið er rættiliga idylliskt. Ein blanding av grønum fløtum, trøum, caféum, matstøðum og sjálvandi [...] Lestrarlívið er akkurát sum tú gert tað. Tað er lætt at fáa hjálp við skúlatingunum, og tað er lætt at taka hugin av skúlatingunum. Har er altíð nokk av hjálp at heinta, um ein hevur nakrar akademiskar
verða enn fleiri, tá ein verkætlan við frítíðarhúsum, sum nú er í stoypiskeiðini, er framd í verki. Tað er ein privatur veitari norðanfjørðs við drúgvum royndum í ferðavinnu, sum hevur keypt eitt lendi [...] lendi í Vági. Lendið liggur innarlaga á fjørðinum og uppi í bønum við sera góðum útsýni. Ætlanin er, at fyrstu frítíðarhúsini, sum ætlandi verða 10 í tali, skulu verða komin upp longu til várs. - Alt verður [...] síðan fáa vit at síggja, hvussu undirtøkan og ferðin verður, sigur ferðavinnuveitarin, sum ásannar, at Suðuroyggin, sum er serstøk og vøkur, eftir øllum at døma hevur eitt stórt potentiali. - Tá øll viðurskifti
hølisviðurskifti. Bygd verður ein høll á havnarlagnum í Hósvík, sum skal hýsa bæði fyrisiting og goymsluhølum undir sama taki. Gunnbjørn Joensen, stjóri í P/F Thor, sigur, at sum er, hava tey ov trongligar [...] Gunnbjørn Joensen sigur, at ætlanin er at fylla eitt lítið øki út aftur at tí, sum er á havnaralagnum í Hósvík. Har verður so høllin, sum fer at verða umleið 500 fermetrar til víddar, bygd. Gunnbjørn Joensen hevur [...] har eitt skip í løtuni er eftir. Tað er garnabáturin Thor. Umframt er so Leitissteinur, sum er fiskiskip, men sum í løtuni er vaktarskip í oljuvinnuni. Vaktar- og veitingarskipini eru fimm í tali, og eru
eitt lop á fleiri krónur. Tað sigur ein føroyskur fiskakeypari og framleiðari við In.fo. Føroyskir fiskakeyparar hava ongantíð áður sæð so høgar prísir á fiski sum hesa seinastu tíðina, serliga á toski [...] avhøvdaðan tosk á Fiskamarknaði Føroya, sum hava táttað í 70 krónur fyri kilo, sigur hann, at tað hevur hann. - Eg haldi, at hetta var eitt norskt felag í Føroyum, sum keypti frystan og avhøvdaðan tosk fyri [...] seinastuni. - Eg havi lagt til merkis, at longa, sum vanliga er farin fyri einar 18 krónur fyri kilo, onkran dagin hevur verið uppi á 25 krónum fyri kilo, sum er eitt príslop á einar sjey krónur fyri kilo