Tað verður nógv tosa um eldraøki í hesum tíðum. Andrias Petersen setti landsstýrismanninum Páll á Reynatúgvu ein fyrispurning. Andrias kennur sjálvsagt væl til hetta økið sum lækni, og má reingerð verða ein sjálvsagdur partur í skipanini tí annars trívast fólk ikki. Sjálvsagt má peningurin verða fyri at arbeiði kann útynnast, reingerð kann ikki verða tað, sum verður niður prioriterað.
Ein kanning er herfyri gjørd um, hvat heimarøktin pláss kostað fyri hvønn brúkara.
Í Sosialinum 17. sep. stendur í brotinum "Sandoyingar fáa sersømdir"at "Tað hevur verið ein meginregla, at í landinum skulu hava javnbjóðis kor, tí øll gjalda tað sama í landsskatti", síðani stendur at hetta er ikki galdandi fyri heimrøktina.
Í Sandoy kostar eitt røktarpláss kr. 7.200 fyri hvønn íbúgva um árið, í hinum økjunum kostar tað kr. 4.400.
Í fyrispurningi á løgtingið spurdi Katrin D. Jakobsen um støði skuldi leggjast eftir Sandoy ella restini av landinum.
Tað sum undrar meg er, at eg dugi ikki at síggja nakað marglæti í Sandoy frammum aðrastaðni. Fólkini á heiminum hava tað gott, starvsfólkini eru sera dugnalig og tey eldru trívast.
Men Sandoy liggur nokkso avskorin frá meginøkinum, tey gomlu hava sostatt slettis ikki møguleikan til alt tað, sum onnur í meginøkinum kunnu. Men sum sagt, tey hava tað gott saman við arbeiðsfólki og leiðslu.
Eg fari at heita á landsstýrismannin um at kanna, hvar hesin munurin stavar frá tí tað má verða ein saklig frágreiðing um, hvar hesin munur kemur fram.
Sjálvur havi eg verði ein at teimum, sum metti at kommunurnar eiga sjálvar at stýra eldraøkinum, alt hetta tosi og frágreiðingar gera meg ósikran.
Til síðst til Katrin Dahl Jakobsen. Um so er at tað í veruleikanum er so stórur munur (sum eg slettis ikki meini sjálvur) og støði í Sandoy skal lækka, so kunnu tit nokk beina fyri heimunum í Sandoy, sum verða forsvarliga rikin og við ábyrgd.
Men eg hopi at landsstýrismaðurin Páll á Reynatúgvu kemur við eini sakligari grundgeving í bløðunum, so hesir løgnu pástandir kunnu afturvísast.










