Landsantikvarur sum hyggur frameftir

Í sambandi við at Andras Mortensen formliga er settur í starv sum nýggjur landsantikvarur varð skipað fyri móttøku á Føroya Fornminnissavni fríggjadagin 13. oktober 2006


Er tað nakað, sum ein antikvarur í vanligari fólkahugsan ikki skal gera, so er tað at hyggja fram eftir, men heldur konsentrera seg um farnar tíðir. Men nýggi landsantikvarurin Andras Mortensen hyggur eisini frameftir og hevur stórar ætlanir fyri stovnin. 
Undir móttøkuni á Føroya Fornminnissavni vóru røður hildnar av t.d. Joen Paula Joensen, rektara á Fróðskaparsetrinum, og Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum. Eisini helt Andras Mortensen sjálvur røðu.
Jógvan á Lakjuni segði m.a. at mentanararvurin hevur avgerandi týdning fyri okkara samleika og er eitt grundarlag undir lívsvirði og trivnaði í landinum.
Mentanararvurin er ríkidømi hjá okkum øllum, og ein stór ábyrgd liggur á leiðslu og starvsfólki á Føroya Fornminnissavni og bygdasøvnunum at nøra um hetta tilfeingi, segði hann, og vísti á, at søvnini hava stóran týdning fyri tilvitan um søgu og tjóðminni okkara, og at varðveiting, gransking, menning og miðling av mentanarvinum er á einum fakliga høgum støði.
Verða fólk ikki upplýst um mentanararvin, er hesin arvur bert deyðir lutir og frágingnar toftir. Við kunning og miðlan verður okkara mentanarvur livandi og verður við til at økja um okkara vitan um okkum sjálvi, segði landsstýrismaðurin. Og hann vendi sær beinleiðis til høvuðspersónin, tá hann segði: Saman við starvsfólkunum á Føroya Fornminnisavni hevur tú, Andras, eina spennandi og avbjóðandi tíð fyri framman. Góða eydnu við starvinum – og alt tað besta skal eg vegna landsstýrið ynskja tykkum øllum.
Í síni røðu segði Andras Mortensen m.a. at nú ræður veruliga um at arbeiða og hyggja frameftir. Fornminnissavnið skal mennast, og nógv er at gera.
 
Serliga hava vit brúk fyri at endurskapa gleði og spenning í arbeiði okkara, og fyrsta stigið er longu tikið. Á stovninum hava vit gjørt av at fara radikalt til verka. Serliga ynskja vit at betra um umstøðurnar at taka ímóti skúlabørnum. Vit vilja hava eina skúlastovu her at taka ímóti børnum og annars at hava tiltøk í. Vit vilja hava betri dynamikk í heildina.
 
Harumframt vilja vit geva allar elstu søgu okkara størri ans. Vit fara at víðka tað fornfrøðiligu framsýningina, tí gjøgnum tíðina er nógv útgrivið, og nógv forvitnisligt funnið, sum ongantíð áður er sýnt fram. Nú skal tað fram í ljósið, soleiðis at ein og hvør kann kunna seg við tað forvitnisliga, sum er komið undan kavi, og uppliva okkara spennandi verð.
 
Alt bendir á, at vit nú eisini skulu undir at leggja lunnar undir eitt nýtt tjóðminnasavn í Føroyum. Í hvussu er rokna vit við, at skipan av nýggjum tjóðminnasavni verður við í tí stóru visiónini, sum sitandi samgonga fer at stinga út í kortið.