Stórir møguleikar fyri framman

- Skal virðisbrævamarknaðurin hava nakran møguleika yvirhøvur, so er neyðugt, at vinnan lagar seg til nýggju avbjóðingina og nýggju møguleikarnar, sigur Ólavur Gregersen, stjóri í TK-Stovuni, í sambandi við at føroyski virðisbrævamarknaðurin nú er á trappuni

 

Arbeiðið hjá landsbankanum við virðisbrævamarknaðinum er nú komið so langt áleiðis, at útlit eru fyri, at marknaðurin er veruleiki um eitt hálvt ár ella so.

Í hesum sambandi bjóðaði TK-Stovan til seminar í gjár, og tað var júst virðisbrævamarknaðurin, sum var til viðgerar. Vit fingu orð á stjóran í TK-Stovuni, Ólav Gregersen, og spurdu hann um hvat hann sær í einum føroyskum virðisbrævamarknaði.


Avbjóðing og møguleiki

- Ein føroyskur virðisbrævamarknaður gevur nógvar nýggjar avbjóðingar, samstundis sum hann eisini gevur vinnuni nýggjar møguleikar. Tað var tað, sum vit vildu greiða vinnuni frá, og tí valdu vit at gera eitt seminar við seks ymsum fyrilestrum um evni, sigur Ólavur Gregersen.

Stjórin á TK-Stovuni greiðir frá, at fyri føroyska vinnu er tað ein kollvelting, at møguleiki er at skráseta fyritøkur í keypsskálum, sum gjørt verður uttanlands, tí vanliga eru tað familjur, sum eiga fyritøkurnar ella eru tað vinir og kenningar, sum eiga tær. Tað er meira sjáldsamt, at nógvir ? sínamillum ókendir ? eigarar eru uppi í eigaraskaranum.

Men við virðisbrævamarknaðinum beint fyri stavn, verður hetta ein møguleiki, og tað er m. a. her, at kollveltingin liggur.

- Tað skulu henda nógvar og stórar broytingar í føroyskum fyritøkum, skulu tær skrásetast á einum virðisbrævamarknaði. Hetta fer at hava nógvar praktiskar broytingar við sær, so sum krøv til opinleika, tá tað um roknskapin ræður. Tað fer nevniliga at hava við sær, at virkini í framtíðini ikki bara skulu selja vørur sínar, men eisini virkið. Yvirskotið kemur at hava beinleiðis ávirkan á virði, sum so aftur fær ávirkan á fíggingarmøguleikarnar, sigur Ólavur Gregersen.

Og tað er júst her, tann stóri møguleikin hjá føroyskum virkjum liggur.


Bankarnir avgerandi leiklut

Seinastu árini hava vit hoyrt nógv tosað um, at føroysku peningastovnarnir eru vornir meira afturhaldnir tá tað um fígging ræður. Peningastovnarnir eru ikki samdir í hesi útsøgn, tí haðani verður sagt, at teir fíggja tað, sum er ráðiligt at fíggja.

Við virðisbrævamarknaðinum kemur so ein møguleiki afturat peningastovnunum og framtaksgrunninum, men eisini hetta fer at seta stór krøv til opinleikan og tilvitanina um marknaðin, heldur Ólavur.

- Tað er einki at taka seg aftur í, at virðisbrævamarknaðurin við tíðini, fer at geva føroyskum fyritøkum ein eyka fíggingarmøguleikan, men tað fylgir so nógv við hesum møguleika, sum fyritøkurnar eiga at vera fyrireikaðar uppá, sigur hann.

Við at hyggja í roknskapirnar hjá peningastovnunum so sæst, at nógvur peningur stendur sum bundin uppsparing, og tað er einum parti av hesum peninginum, sum fyritøkurnar skulu hava fatur í, tá tær fara á virðisbrævamarknaðin.

Men tað verður ikki so, at hvør maður glaðbeintur loypir á dyr, tá hann hoyrir, at partabrøv eru til sølu í eini fyritøku, sigur Ólavur og leggur afturat, at tá verður tað upp til virkini og leiðslur teirra, at gera júst teirra fyritøku til eitt lokkandi og áhugavert tilboð, sum kundarnir ikki kunnu lata vera við at keypa partabrøv í.

- Og so skulu ætlanirnar og metingarnar sjálvandi halda, sigur hann.


Hugburðsbroyting

Men alt hetta við virðisbrævamarknaði fer at krevja eina stóra hugburðsbroyting í øllum samfelagnum heldur stjórin í TK-stovuni. Føroysk vinna og samfelagið sum heild er ikki vant til at hugsa á henda hátt, og fyri at seta glið á, er neyðugt, at skipað verður fyri ymsum kunnandi tiltøkum.

Í gjár skipaði TK-Stovan fyri seminari um føroyskan virðisbrævamarknað, og frammanundan hava peningastovnarnir skipað fyri onkrum tiltøkum um sama evni.

- Vinnan skal umstilla seg til øðrvísi møguleikar og umstøður, men tað er avgjørt ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum, og slett ikki nakað, sum kemur eftir stuttari tíð, sigur stjórin í TK-stovuni.

Í Íslandi tók tað fleiri ár, at fáa ferð á teirra virðisbrævamarknað, men samstundis fóru íslendingar at handla við virðisbrøvum uttanfyri Ísland. Nøkunlunda sama gongd kann væntast í Føroyum, heldur Ólavur og vísir á, at tað í veruleikanum longu er byrjað, nú Kaupthing og peningastovnarnir eru farnir til verka.

Fyri føroysku fyritøkurnar kann tað kortini fara at taka longri tíð, at sleppa út á marknaðin, og í tí tíðarbilinum skal fyritøkurnar skulu leggja á annan bógv, vísir stjórin á.

- Í framtíðini verða fyritøkurnar ikki bara máldar eftir góðskuni av vøruni, men tað vera máldar alla tíðina, sigur Ólavur Gregersen.