Terji Nielsen
úr Reykjavík
Nýggja og glæsiliga býráðshøllin í Reykjavík var karmurin um setanina av Vest Norden Travel Mart 1998. Býráðshøllin liggur í sjálvum hjartanum av íslendska høvuðsstaðnum, og er hon bygd, so at hon liggur út í vælkendu Tjørnina. Uttan fyri inngongdina til sjálva býráðshøllina er eisini ein lítil hylur, og í hylinum liva bæði laksur og nakrar dunnur.
Annika setti stevnuna
Stevnan var sett av stjóranum í Ferðaráði Føroya, Anniku Wardum Joensen, sum eisini er formaður í Vest Norden Tourist Board, ið er samstarvsfelagsskapurin hjá ferðavinnuni í Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Í nevndini í Vest Norden Tourist Board eru níggju limir, tríggir úr hvørjum limalandi. Teir føroysku limirnir eru, umframt Anniku Wardum Joensen, Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways og Óli Hammer, stjóri á Smyril Line. Annika segði í stuttu setanarrøðu síni, at hon vónaði, at ferðavinnan í teimum trimum londunum í útnorðuri fór at fáa nógv burturúr stevnuni. Hon vildi eisini fegin takka teimum, sum høvdu skipað fyri stevnuni, og her nevndi hon serliga íslendska ferðaráðið og SAMVINN-TRAVEL.
Nógvir
føroyskir luttakarar
Annika Wardum Joensen sigur, at tað eru heilt nógvir føroyskir luttakarar. Hetta eru bæði flutningsfeløg, so sum Atlantic Airways, Maersk Air, sum hoyrir til føroyska básin, P/F Bussferðir og Smyril Line, men eisini aðrar ferðaskrivstovur og líknandi, so sum Tora Tourist, Flogfelag Føroya og Hotel Føroyar, umframt kunningarstovur og onnur úr føroysku ferðavinnuni. Tilsamans eru einir 40 føroyingar við á stevnuni í Reykjavík.
Í fjør vóru fleiri føroyskir luttakarar, men stjórin á ferðaráðnum heldur, at tað í ár eru tey mest »etableraðu« innan føroysku ferðavinnuna, sum eru við á stevnuni. Hetta vil siga, at tað eru tey, sum hava staðið sína roynd í vinnuni, og sum útlendsku keypararnir kenna.
Keypararnir, sum eru komnir at vitja stevnuna, koma úr nógvum londum, heilt frá Andorra til USA. Eini 150 útlendskar ferðaskrivstovur eru og vitja stevnuna við einum ella fleiri umboðum.
Avgerandi týdning fyri føroysku ferðavinnuna
Vest Norden Travel Mart er týdningarmiklasta hending á árinum fyri føroysku ferðavinnuna, sigur stjórin í Ferðaráði Føroya. »Tá ið vit fara á ferðavinnusølustevnur í eitt nú London og Týsklandi, so finnast tað bæði keyparar og seljarar úr øllum heimspartum á hesum stevnum, og tískil kunnu vit detta burturímillium allar teir stóru."
»Á Vest Norden Travel Mart eru tað bert Føroyar, Ísland og Grønland, sum verða bjóðað fram sum ferðavinnumál, og teir mongu keypararnir, sum eru her, koma úr øllum partum av heiminum, og teir koma bert fyri at vitja okkum, sum vilja selja hesi trý londini sum ferðavinnulond.«
Okkurt nýtt
er á skránni
Um ein skal gera sær nakrar vónir um at lokka ferðafólk til at vitja Føroyar, so er neyðugt, at man allatíðina kemur við onkrum nýggjum, soleiðis at útboðið ár um ár ikki altíð er tað sama.
Annika Wardum Joensen sigur, at í ár er okkurt nýtt á skránni, og nevnir hon í hesum sambandi eitt nú túrarnar út í Stakkin í Tjørnuvík, men eisini vitjanir í Kolturi og so sight-seeing túrar við Tyrluni hjá Atlantic Airways.
Incoming ? ein mennandi partur av føroysku ferðavinnuni
Fyri nøkrum árum síðani fóru tær fyrstu føroysku ferðaskrivstovurnar undir at fáa sær sína egnu incoming-deild. Ein incoming-deild hevur sum endamál, at hon skal taka sær av tí, sum fyrigongur seg heima á klettunum. Arbeiðsøki hjá einari incoming-deild umfevnir millum annað útferðir, útleigan av summarhúsum, fyriskipan av bólkaferðum í Føroyum og annað líknandi.
Tað er greitt, at tá man fer undir eina slíka deild, so gongur tað ein tíð, har deildin skal menna seg, áðrenn hon fer at geva nakað burturav sær, men stjórin á Ferðaráð Føroya heldur, at incoming í Føroyum nú er komi til tað støði, at peningur spyrst burturúr.
Vest Norden Travel Mart í Føroyum komandi ár
Sølustevnan hjá ferðavinnuni í útnorðuri er á hvørjum ári, og hon skiftir millum Ísland, Grønland og Føroyar. Annaðhvørt ár er hon í Íslandi, meðan hon fjórðahvørt ár er í ávíkavist Føroyum og Grønlandi. Komandi ár verður stevnan so í Føroyum, har hon ikki hevur verið síðani 1995.