Hevur keypt jørð til 10 frítíðarhús

Ein privatur veitari norðanfjørðs við drúgvum royndum í ferðavinnu hevur keypt eitt øki í Vági til bygging av frítíðarhúsum.

 

 

Í Vági hava tey seinastu árini brúkt nógva orku upp á ferðavinnuna, og hetta hevur eisini givið úrslit, bæði í Vági og aðrastaðni kring um í oynni. Hóast vit eru komin inn í november, er tað ikki so lætt, sum onkur kundi hildið, at fáa frítíðarhús til leigu í oynni.

Vágur hevur Pálls Høll, og her er stóra Marghøllin. Fleiri nýggj matstøð eru eisini komin í býnum. Eingin av hesum møguleikum spyr, hvussu veðrið er, hvørki Pálls Høll, Marghøllin ella matstøðini.

Í Vági vóru 35 seingjarpláss fyri umleið sjey árum síðan. Umframt kømrini á Hotel Bakkanum, vóru nøkur frítíðarhús til leigu. Í dag eru seingjarplássini í Vági 170 í tali. Men, hesi verða enn fleiri, tá ein verkætlan við frítíðarhúsum, sum nú er í stoypiskeiðini, er framd í verki.

Tað er ein privatur veitari norðanfjørðs við drúgvum royndum í ferðavinnu, sum hevur keypt eitt lendi í Vági. Lendið liggur innarlaga á fjørðinum og uppi í bønum við sera góðum útsýni. Ætlanin er, at fyrstu frítíðarhúsini, sum ætlandi verða 10 í tali, skulu verða komin upp longu til várs.

- Alt verður ikki bygt í senn. Vit fara at byggja nøkur hús fyrst, og síðan fáa vit at síggja, hvussu undirtøkan og ferðin verður, sigur ferðavinnuveitarin, sum ásannar, at Suðuroyggin, sum er serstøk og vøkur, eftir øllum at døma hevur eitt stórt potentiali.

- Tá øll viðurskifti eru komin upp á pláss, verður meira at frætta um hesa verkætlan, sigur veitarin, ið ikki er hvør sum helst í ferðavinnuhøpi, men sum ikki ynskir at vera nevndur fyrr enn øll viðurskifti eru komin upp á pláss í samband við verkætlanina.