Skeivt at Atlantsflog er á keypsskálanum

Johan Dahl endurtekur sína útsøgn um, at tað eftir hansara tykki er skeivt at hava føroyska flogfelagið skrásett á keypsskálunum. – Atlantsflog eigur at vera eitt felag, sum kemur føroyingum til gagns, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum

Bæði almenningurin og løgtingslimir hava sett spurnartekin við leiklutin hjá landsstýrismanninum í vinnumálum í aktuella stjóraskiftinum í Atlantsflog. Vinnumálaráðið umboðar tveir triðingar av partabrøvunum, og hevur tí avgerandi orðið í felagnum.
Í spyrjitímanum mikudagin, har ófráboðaðir fyrispurningar vóru á skránni, reistu tinglimir spurningin, hvat Johan Dahl nú eisini veit um knappliga stjóraskiftið, ið fór fram seint leygarkvøldið.
- Johan Dahl umboðar eigaran, sum er føroya fólk. Og tí má eg spyrja landsstýrismannin, hvønn leiklut hann hevur havt í samband við stjóraskiftið, sigur Høgni Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldi eftirlýsir somuleiðis at fáa útgreinað, hvat liggur í nýggju strategiini fyri felagið, sum er orsøk til knappliga stjóraskiftið.
Men landsstýrismaðurin sigur seg vita eins lítið og øll onnur. Johan Dahl upplýsti fyri løgtinginum mikudagin, at nevndarformaðurin í Atlantsflog ringdi til sín umleið klokkan ellivu leygarkvøldið. Tástani fekk landsstýrismaðurin ta kunning, sum varð send út til almenningin løtu seinni.
- Eg skilji væl spurningarnar, men eg má bara staðfesta tað, at eg havi ongan leiklut í felagnum, segði Johan Dahl av tingsins røðarapalli.
Sambært innliti, sum Sosialurin hevur fingið í málið, hevur Johan Dahl ikki verið á fundi við nevndina í Atlantsflog síðani sama dag sum aðalfundurin var í felagnum, 8. mars í ár.
Sambært einum telefonnotati ringdi Niels Mortensen til Johan Dahl millum klokkan 23 og 23:30 leygarkvøldið. Ørindi hjá nevndarformanninum var at kunna landsstýrismannin um, at nevndin hevði gjørt eina fráfaringaravtalu við Magna Arge og sett Jørgen Holme sum stjóra í eitt tíðarskeið á upp til tvey ár.
Sambært telefonnotatinum var grundgevingin hjá Niels Mortensen, at man vildi seta út í kortið av nýggjum. Tí metti nevndin tað vera best við einum nýggjum forstjóra, ið kundi koma inn í felagið við nýggjum eygum og hugsanum.

Á børsin
Fyrsti triðingurin av almenna, føroyska flogfelagnum varð seldur á keypsskálanum í Reykjavík í desember 2007. Seinni er felagið eisini skrásett á keypsskálanum í Keypmannahavn. Við skrásetingini broyttist stýringin av felagnum markant. Ein grundtanki við keypsskálanum er, at allir eigarar og onnur áhugað skulu fáa somu upplýsingar í senn.
Ein avleiðing av skrásetingini er, at Vinnumálaráðið ikki kann halda regluligar fundir við felagið, hóast landsstýrismaðurin eigur tveir triðingar av partabrøvunum.
Vanligt er annars, at Vinnumálaráðið hevur regluligar fundir við tey feløg, sum liggja undir ráðnum. Men soleiðis er ikki við Atlantsflog.
- Orsøkin er heilt einfalt, at Atlantsflog er skrásett á virðisbrævamarknaðinum, upplýsir Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum og heldur fram:
- Fundurin, ið liggur beint áðrenn aðalfundin í Atlantsflog, er sostatt einasta høvið hjá landsstýrismanninum at hitta nevndina og umrøða aktuell viðurskifti í felagnum.

Skeiv avgerð
Johan Dahl hevur fleiri ferðir givið til kennar, at honum dámar illa verandi støðu, har landsstýrið í ávísan mun hevur mist stýringina á flogfelagnum, sum tað almenna annars eigur.
Í samband við síðsta aðalfund í felagnum ásannaði Johan Dahl, at neyðugt er at finna eina loysn á eigaraviðurskiftunum í Atlantsflog.
Orðini hjá landsstýrismanninum fullu í kjalarvørrinum á kritikki frá privatu eigarunum í felagnum, sum kendu seg snýttar av landsstýrinum, tí einskiljingin steðgaði við fyrsta triðingin.
Nevndir vóru tvinnir møguleikar – antin at einskilja ein størri part av felagnum, ella at landsstýrið keypir aftur tann triðingin, sum varð seldur á keypsskálanum í Reykjavík í desember 2007.
- Vit hava havt málið fyri á landsstýrisfundi, og tað er ikki undirtøka fyri at gera nakað beint nú, segði Johan Dahl við Sosialin 11. mars.
Í løgtinginum mikudagin var spurningurin um leiklutin hjá tí almenna í Atlantsflog aftur uppi og vendi.
- Ja, eg havi áður sagt, at eg haldi tað vera skeivt at felagið nakrantíð fór á keypsskálan. Og tað meiningina havi eg framvegis, segði Johan Dahl av tingsins røðarapalli mikudagin.
Við orðunum staðfesti landsstýrismaðurin í vinnumálum, at hann hevur ikki ta ávirkan á felagið, sum hann kundi hugsað sær.
Av tingsins røðarapalli segði Johan Dahl soleiðis um, hvat hann kundi hugsað sær við Atlantsflog:
- Eg haldi at Atlantsflog eigur at vera eitt felag, sum kemur føroyingum til gagns, eisini prísmessuga, við flutningi til og frá hesum landinum, soleiðis at fólk kann liva og virka her og kanska enn tá arbeiða uttanlands. Og tað vóni eg eisini verður eitt av aðalmálinum hjá teimum, sum mynda felagið í dag, og at tað eisini verður endin á tí, sum fer fram. At man fær gjørt felagið soleiðis, at tað verður til gangs fyri brúkaran, fyrst og fremst. Brúkaran, sum er føroya fólk og tey ferðafólk, sum skulu hendavegin, segði Johan Dahl.
Johan Dahl ynskir ikki at útgreina, hvat hann leggur í hesi orðini, ið hann segði av tingsins røðarapalli mikudagin.
- Eg fái ikki sagt meira. Nú má nevndin og nýggja leiðslan fáa frið at gera sítt arbeiði. Og so mugu tey geva eina kunning til partaeigararnar um sínar ætlanir og hugsanir fyri framtíðina hjá felagnum. Og so mugu vit taka tað harfrá, sigur Johan Dahl.

Aðalfundurin
Hóast hann við tveimum triðingum av partabrøvunum er nógv tann størsti partaeigarin í felagnum, hevur Johan Dahl ikki fingið útgreinanð, hvat liggur í nýggju strategiini, ið nevndin vil seta út í kortið við stjóraskiftinum.
Í síni fyrstu viðmerking eftir stjóraskiftið í Atlantsflog segði Johan Dahl seg ganga út frá, at leiðslan hevur eina góða kunning um nýggju strategiina á næsta aðalfundi í Atlantsflog.
Aðalfundurin í felagnum er formliga einasta høvið hjá landsstýrismanninum at siga sína hugsan um, hvat hann ynskir við felagnum. Soleiðis var eisini í ár, tá Niels Mortensen varð settur sum nýggjur nevndarformaður.
Undan tí aðalfundinum var eisini ein fundur millum landsstýrismannin og ta nevndina, sum skuldi veljast á aðalfundinum seinni sama dag.
Sosialurin fær ikki innlit í fundarfrásøgnina, men sambært aðalstjóranum í Vinnumálaráðnum varð tosað um framtíðar strategi fyri felagið.

- Tosað varð um ferðaseðlaprísir, um raksturin og um ætlaða samstarvið við Atlantis Rejser, sigur Bjørgfríð Ludvig.
Á fundinum gav Johan Dahl somuleiðis til kennar, hvussu hann ynskti nevndina setta saman. Eitt nú, at hann vildi hava Niels Mortensen til nevndarformann. Tosað varð eisini um Magna Arge, stjóra. Landsstýrismaðurin segði seg vera ónøgdan við at stjórin hevði úttalað negativt um Vága Floghavn í samrøðu við eitt ferðavinnublað. Hesi viðurskifti vóru eisini umrødd á aðalfundinum seinni um dagin, og har fekk stjórin møguleika at svara fyri seg.
Sambært innlitinum hjá Sosialinum hevur ikki verið fundur millum landsstýrismannin og nevndina í Atlantsflog síðani 8. mars.