Tað var óheppið at grundgevingin frá tyrluskiparanum var ógreið um metingina at fara út til bjargingina umborð á Polarhav, staðfestir ein frágreiðing frá eftirmetingarfundi. MRCC setur tó ikki spurnartekin [...] vanlukkuna umborð á Polarhav. Tað var semja um betri kunning millum partarnar, og tá ið tyrlan verður útkalla til bjargingar tiltøk, skal MRCC biðja um tað neyðugu útgerðina. Tað var semja um, at Tyrlutænastan [...] tá broytingar eru við status á tyrlunum. Tað var ynski frá MRCC at broyta størri planløgd viðlíkahald av tyrlunum, frá vetra tíð til summar tíð. Tað var samtykt at seta eina nevnd at viðgera um hvussu
gjár, tá liðini aftur møttust í landskappingini, var SÍ framvegis tað betra av teimum, men hesa ferð var avrikið langt frá líka sannførandi. Verri var tað tó hjá Fleyr, ið heldur ikki hesa ferð megnaði [...] Fleyr fyri góðari viku síðani spældu finalu í Føroya Banka-kappingini í Klaksvík, var eingin ivi um, hvat av liðunum var tað stinnara, tí SÍ vann ein sannførandi 3-0 sigur og spældi seg samstundis beinleiðis [...] megnaði at lyfta seg so mikið, at tað rakk nakran veg. Fleyr fekk vunnið fyrsta sett, ið var tað einasta av teimum fýra settunum, ið hevði nakran spenning, men so vann SÍ trý tey næstu og er tí best fyri at
Ein hending við grovari sjikanu var í Runavík í nátt. Um fýra tíðina í morgun ringdi ein ungur maður til ein annan ungan mann í Runavík. Tann, sum ringdi, segði hvør hann var, og bað hin koma út at hyggja [...] vakur bilur hansara var blivin. Tá ið bileigarin kom út í tún, sá hann, at uppi á takinum lá ein deyður veðragjólingur við eini sigarett í munninum. Við síðuna av stóð ein tóm øl, og øl var stoytt út yvir allan [...] mandarin. Tað var ikki annað at gera, enn at taka til rýmingar. Politiið hevur síðan leitað eftir teimum monnunum, men teir hava ikki verið at finna. Politiið veit ikki, um skarnsgerðin var hevnisøka , ella
Nógv fólk var til staðar í ítróttarhøllini á Hálsi, tá níggju sterkir menn kappaðust um at gerast Føroya Sterkasti. Og tey fingu bæði undirhald og spenning fyri pengarnar. Kappast var í seks greinum, og [...] odda, men tá komið var til seinastu greinina, hevði Sámal Jóhannes Hansen fingið hann aftur. Bobbens avgjørdu Nú ráddi um at halda tveimum bobbens so leingi sum gjørligt í ketum, og her var Sámal Jóhannes [...] ikki megnaði at taka tíðina hjá Hera, sum tí vann kappingina. Hetta var fyrstu ferð í fleiri ár, at kappingin um Føroya Sterkasta mann var, og hon eydnaðist so mikið væl, at hon óivað verður tikin uppaftur
uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum í dag, var hýsa, men prísurin var hinvegin góður. Hýsa II fór fyri 14,25 krónur í meðal fyri kilo, og meðalprísurin á hýsu III var 13,07 krónur. Góð 40 tons vóru av toski [...] krónur, og meðalprísurin á toski IV var 11,30 krónur. Nøkur línuskip seldu í dag, og tey høvdu millum annað 50 tons av brosmu og 20 tong av longu, men prísurin var ikki tann besti. Brosma II fór fyri 8 [...] 8,07 krónur í meðal og brosma III fyri 7,50 krónur. Meðalprísurin á longu II var 11,26 krónur, og longa III fór fyri 9,74 krónur. Tey 110 tonsini, sum vóru á uppboðnum í dag, fóru fyri 1,8 millión krónur
læknanum John Williams, sum var lækni hjá Victoriu drotning. Tá í tíðini vóru tað fleiri, sum hildu, at tað var John Williams, sum var drápsmaðurin. John Morris sigur, at Lizzie Williams kundi ikki fáa børn [...] the Ripper var kvinna. Tað skrivar blaðið Birmingham Mail. John Morris sigur við blaðið, at hansara kanningar vísa, at kvinnan, sum framdi tey óhugnaligu morðini, æt Lizzie Williams og var gift við læknanum [...] óhugnaligu drápsmonnunum í landsins søgu, men nú vil sakførarin John Morris vera við, at Jack the Ripper var ikki drápsmaður, men drápskvinna. Í einari nýggjari bók, sum John Morris hevur skrivað, og sum hann
Hóast Olaf var sera sjúkur seinastu árini, so røkti hann sítt arbeiði við stórum trúfesti, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag. Mikudagin 1. desember andaðist Olaf Johansen, sum í mong ár var skrivstovumaður [...] skrivstovumaður hjá Fiskimannafelagnum. - Tað, sum eykendi Olaf, var hansara spakføra og stilla lyndi, men samstundis var hann óvanliga ábyrgdar-og samvitskufullur í sínum arbeiði, skrivar FSN. Felagið vísir á [...] Tað kravdi eitt heilt serstakt nærlagni at umisita tryggingina hjá øllum okkara sjófólki. Hóast Olaf var sera sjúkur seinastu árini, so røkti hann sítt arbeiði við stórum trúfesti, sigur Føroya Skipara-og
Petersen í Havn. Ein trukkur skuldi lyfta eina rist, og tá ið gaffilin var komin heilt upp, fór ristin framyvir og datt á eitt band, sum var fest í eina jarnstong. Jarnstongin fór av um tvøran og rakti mannin [...] skrivað frágreiðing um óhappið. Óhappið hendi, tí alt ikki riggaði, sum tað skuldi. Tað var tó av tilvild, at maðurin var fyri. [...] 25 ára gamli maðurin, sum var fyri einum arbeiðsóhappi í Havn gjáramorgunin, varð seinni um dagin sendur niður á Ríkissjúkrahúsið Óhappið hendi beint fyri klokkan níggju á blandistøðini hjá J&K Petersen
ovastu plássunum. Títlingur var bara stavnin frammanfyri Havfrúnna, sum var rongina frammanfyri Drekan. Í gentukappingini var Teistin hjá Argja Róðrarfelag fremstur. Teistin var meiri enn eina bátslongd [...] Fyri fyrstu ferð nakrantíð telja barnaróðrarnir við í FM kappingini. Tí var talan um søguligar róðrar á 250 metra teininum. Fasti starturin varð nýttur, og í kappingini millum dreingjamanningarnar vóru [...] frammanfyri Spógvan hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, sum aftur var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Ørnina og Fípuna Føgru, ið vóru í sera tættari kapping um triðja plássið. ??Barnaróður gentur ?1 Teistin
80 krónur, men meðalprísurin var 14,91 krónur. Meðalprísurin á hýsu II var 12,32 krónur. Góð 30 tons vóru av longu, og besti prísurin var 15,80 krónur. Nakað av flatfiski var í dag. Havtaskan kom upp í 26 [...] uppboðnum, og tann besti toskaprísurin kom upp í 23,90 krónur. Meðalprísurin á tí størsta toskinum var 21,53 krónur, og toskur II fór fyri 19,62 krónur í meðal fyri kilo. Hýsan fekk heldur ikki so góðan [...] 26,80 krónur, tungan fór fyri 28,00 krónur, og prísurin á reyðsprøku var 15,00 krónur. Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 157 tons fyri góðar tvær milliónir krónur í dag.