Í mong ár hava bretar umrøtt Jack the Ripper sum ein av teimum mest óhugnaligu drápsmonnunum í landsins søgu, men nú vil sakførarin John Morris vera við, at Jack the Ripper var ikki drápsmaður, men drápskvinna.
Í einari nýggjari bók, sum John Morris hevur skrivað, og sum hann kallar "Jack The Ripper: The Hand Of A Woman", skrivar hann, at tað als eingin ivi um, at Jack the Ripper var kvinna. Tað skrivar blaðið Birmingham Mail.
John Morris sigur við blaðið, at hansara kanningar vísa, at kvinnan, sum framdi tey óhugnaligu morðini, æt Lizzie Williams og var gift við læknanum John Williams, sum var lækni hjá Victoriu drotning. Tá í tíðini vóru tað fleiri, sum hildu, at tað var John Williams, sum var drápsmaðurin.
John Morris sigur, at Lizzie Williams kundi ikki fáa børn, og av øvund gjørdi hon seg inn á aðrar kvinnur.