MRCC stuðlar tyrluskiparanum

Tað var óheppið at grundgevingin frá tyrluskiparanum var ógreið um metingina at fara út til bjargingina umborð á Polarhav, staðfestir ein frágreiðing frá eftirmetingarfundi. MRCC setur tó ikki spurnartekin við avgerðirnar hjá tyrluskiparinum, stendur at lesa í frágreiðingini frá einum eftirmetingarfundi, sum Atlantic Airways, MRCC Tórshavn, Tilbúgvingarstovn Føroya høvdu eftir vanlukkuna umborð á Polarhav.

Tað var semja um betri kunning millum partarnar, og tá ið tyrlan verður útkalla til bjargingar tiltøk, skal MRCC biðja um tað neyðugu útgerðina.

Tað var semja um, at Tyrlutænastan skal kunna MRCC við telduposti, tá broytingar eru við status á tyrlunum.

Tað var ynski frá MRCC at broyta størri planløgd viðlíkahald av tyrlunum, frá vetra tíð til summar tíð.

Tað var samtykt at seta eina nevnd at viðgera um hvussu komast kann víðari við núverandi tyrlum og hvat skal gerast og hvat skal til av útgerð í framtíðini.

Hetta skrivar vágaportalurin.