Olaf á Fiskimannafelagnum farin

- Hóast Olaf var sera sjúkur seinastu árini, so røkti hann sítt arbeiði við stórum trúfesti, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag. Mikudagin 1. desember andaðist Olaf Johansen, sum í mong ár var skrivstovumaður hjá Fiskimannafelagnum.

- Tað, sum eykendi Olaf, var hansara spakføra og stilla lyndi, men samstundis var hann óvanliga ábyrgdar-og samvitskufullur í sínum arbeiði, skrivar FSN.

Felagið vísir á, at Olaf hevði ábyrgdina av samlagstryggingini hjá manningarfeløgunum, og onkuntíð vóru meir enn 3000 sjómenn tryggjaðir í senn.

- Tað kravdi eitt heilt serstakt nærlagni at umisita tryggingina hjá øllum okkara sjófólki. Hóast Olaf var sera sjúkur seinastu árini, so røkti hann sítt arbeiði við stórum trúfesti, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag og leggur aftrat, at felagið fer at minnast Olaf við størsta takksemi.

Olaf Johansen starvaðist á Fiskimannafelagnum í umleið 35 ár, og nú hann doyði, var hann 63 ára gamal.

Jarðarferðin verður úr Ebenezer leygardagin klokkan 12.