Sendur til Danmarkar eftir óhapp

25 ára gamli maðurin, sum var fyri einum arbeiðsóhappi í Havn gjáramorgunin, varð seinni um dagin sendur niður á Ríkissjúkrahúsið Óhappið hendi beint fyri klokkan níggju á blandistøðini hjá J&K Petersen í Havn.

Ein trukkur skuldi lyfta eina rist, og tá ið gaffilin var komin heilt upp, fór ristin framyvir og datt á eitt band, sum var fest í eina jarnstong. Jarnstongin fór av um tvøran og rakti mannin í høvdið.

Maðurin breyt skallan, men læknarnir halda ikki, at hann hevur fingið skaða innvortis.

Av trygdarorsøkum varð maðurin seinnapartin kortini sendur við rutuflogfari niður á Ríkissjúkrahúsið.

Hetta varð gjørt, tí skuldi hetta verið neyðugt, var betri at flyta mannin til Danmarkar, nú flúgvingin ikki er órógvað av øsku.

Arbeiðseftirlitið hevur enn ikki skrivað frágreiðing um óhappið. Óhappið hendi, tí alt ikki riggaði, sum tað skuldi. Tað var tó av tilvild, at maðurin var fyri.