Heri Vestergaard er Føroya sterkasti

Nógv fólk var til staðar í ítróttarhøllini á Hálsi, tá níggju sterkir menn kappaðust um at gerast Føroya Sterkasti. Og tey fingu bæði undirhald og spenning fyri pengarnar.

 

Kappast var í seks greinum, og nokk so tíðliga legði Heri Vestergaard seg á odda, men tá komið var til seinastu greinina, hevði Sámal Jóhannes Hansen fingið hann aftur.

 

Bobbens avgjørdu

Nú ráddi um at halda tveimum bobbens so leingi sum gjørligt í ketum, og her var Sámal Jóhannes tann síðsti av øllum, og hjá honum ráddi bara um at taka tíðina hjá Hera.

 

Men ? eins og hjá øllum hinum ? gjørdi møðin seg eisini galdandi hjá Sámal Jóhannes, ið akkurát ikki megnaði at taka tíðina hjá Hera, sum tí vann kappingina.

 

Hetta var fyrstu ferð í fleiri ár, at kappingin um Føroya Sterkasta mann var, og hon eydnaðist so mikið væl, at hon óivað verður tikin uppaftur komandi ár.