Grov sjikana í Runavík

Ein hending við grovari sjikanu var í Runavík í nátt. Um fýra tíðina í morgun ringdi ein ungur maður til ein annan ungan mann í Runavík. Tann, sum ringdi, segði hvør hann var, og bað hin koma út at hyggja, hvussu vakur bilur hansara var blivin.

Tá ið bileigarin kom út í tún, sá hann, at uppi á takinum lá ein deyður veðragjólingur við eini sigarett í munninum. Við síðuna av stóð ein tóm øl, og øl var stoytt út yvir allan bilin.

Meðan maðurin stóð har, varð hann undirdíktur í eggum og mandarin. Tað var ikki annað at gera, enn at taka til rýmingar.

Politiið hevur síðan leitað eftir teimum monnunum, men teir hava ikki verið at finna.

Politiið veit ikki, um skarnsgerðin var hevnisøka , ella menninir hildu tað vera stuttligt at gera hetta.

Heldur ikki er greitt, um menninir sjálvir hava dripið veðrin, ella hann hevur verið yvirkoyrdur.