100.000 uttan streym í russiskt stýrdum økjum

Ukrainsk dronuálop hava elvt til streymslit í økjum, sum Russland stýrir, siga guvernørarnir.

Kjarnorkuverkið í Zaporizhia er ikki ávirkað av streymslitinum í økjum undir russiskum eftirliti seint mánakvøldið, upplýsir guvernørurin í økinum. (Savnsmynd). - Mynd: Alina Smutko

Fleiri øki í landsynningspartinum av Ukraina undir russiskum eftirliti mistu streymin seint mánakvøldið orsakað av ukrainskum álopum.

Hetta sambært russiskum embætisfólkum.

Í Zaporizhia-økinum hvarv streymurin í øllum økjum undir russiskum eftirliti, segði Jevgenij Balitsky, guvernørur, sum er útnevndur av Russlandi.

- Orsakað av loftálopum frá ukrainska herinum hevur háspenningsútgerð fingið skaða í landnyrðinspartinum av Zaporizhia, sigur hann.

Eitt sindur longur vesturi í Kherson-økinum mistu fleiri enn 100.000 borgarar í 150 býum streymin, sigur Vladimir Saldo, guvernørur, sum eisini er settur av Russlandi.

Saldo sigur, at streymurin er slitin, tí vraklutir frá niðurskotnum ukrainskum dronum eru dotnir niður á transformatorstøðir.

Eingi boð er enn um, nær streymurin kemur aftur.

Gjøgnum tað meira enn trý ára drúgva stríðið hava bæði Russland og Ukraina miðað eftir undirstøðukervinum, eitt nú elnetinum.

Báðir partar hava eisini ákært hvønn annan fyri at royna at leypa á størsta kjarnorkuverkið í Evropa, sum liggur í Zaporizhia, og harvið seta seg í vanda fyri kjarnorkuvanlukku.

Russisk embætisfólk hava eftir ukrainsku álopini mánakvøldið boðað frá, at kjarnorkuverkið ikki hevur verið ávirkað.

Geislavirkni er vanligt, siga tey.

Zaporizhia-virkið kom undir russiskt vald fyrstu vikurnar av krígnum. Tað framleiðir ikki streym í løtuni.

Altjóða kjarnorkustovnurin, IAEA, segði í síðstu viku - sum svar uppá eina klagu frá Ukraina - at hann sá eingi tekin um, at Russland fyrireikar seg til at seta verkið í gongd aftur og knýta tað í russiska elnetið.

IAEA hevur varandi sett upp mátiútgerð á bæði Zaporizhia-verkinum og hinum kjarnorkuverkunum í Ukraina.

 

Ritzau/Reuters

 

Kjarnorkuverkið í Zaporizhia er ikki ávirkað av streymslitinum í økjum undir russiskum eftirliti seint mánakvøldið, upplýsir guvernørurin í økinum. (Savnsmynd). - Mynd: Alina Smutko