Minst 24 doyðu tá hjálp varð býtt í Gaza

Fleiri palestinar, sum bíða eftir hjálparbýti, eru dripnir, siga fráboðanir í morgun.

Mynd frá sunnudegnum á staðnum, har neyðhjálpin varð býtt út í Rafah í Gaza. Í morgun varð boðað frá, at fleiri fólk vóru dripin - sagt verður, at tað hendi, meðan tey bíðaðu eftir neyðhjálp. - Mynd: -/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi 24 palestinar eru dripnir tíðliga í morgun, meðan teir bíðaðu eftir hjálp í Gazageiranum.

Tað stendur í eini fráboðan frá heilsumálaráðnum í Gaza, skrivar tíðindastovan Reuters.

Fleiri ymiskar fráboðanir hava verið um hendingina í morgun.

Reuters skrivaði í fyrsta umfari - grundað á fráboðanir frá fjølmiðlum, sum hava tilknýti til hernaðarligu rørsluna Hamas - at í minsta lagi 20 palestinar eru dripnir.

Hetta skal vera hent, tá teir bíðaðu eftir hjálp nærhendis býnum Rafah.

Rafah liggur har suðuri í Gaza og hevur mark við Egyptaland.

Sambært tíðindastovuni AFP sigur borgaraverjan í Gaza, at ísraelskar herdeildir hava dripið í minsta lagi 15 fólk í suðurpartinum av Gaza.

- Í minsta lagi 15 fólk doyðu og tíggjutals fingu skaða, tá ísraelskar herdeildir skutu við stríðsvognum og dronum eftir túsundtals sivilfólki, sum í lýsingini vóru savnað nærhendis rundkoyringini Al-Alam í Al-Mawasi-økinum í ein landryrðing úr Rafah, sigur talsmaðurin Al-Mawasi.

Men amerikanskt og ísraelskt stuðlaði Gaza Humanitarian Foundation (GHF), sum býtir út hjálp í Gaza, sigur, at býtið í morgun fór fram "uttan trupulleikar."

Tað sigur felagsskapurin í eini fráboðan sambært ísraelska miðlinum Times of Israel.

- Meðan hjálparbýtið varð framt trygt og uttan nakra hending á okkara býtisstaði í dag, skilja vit, at IDF (ísraelski herurin, red.) kannar, um ein røð av sivilum fólkum fingu skaða, eftir at tey fluttu úr ávístu tryggu gongini inn í eitt stongt hernaðarøki, stendur í fráboðanini.

Ísrael hevur ikki gjørt viðmerkingar til fráboðanirnar.

- Vit viðurkenna, hvussu trupul støðan er og mæla øllum sivilum fólki til at halda seg í tryggu gongini, tá ferðast verður til okkara útbýtisstøð, heldur GHF fram.

Sambært felagsskapinum vórðu 21 lastbilar fullir av mati býttir út í morgun - eftir at býtisstaðið í Rafah hevur verið opið í næstan tríggjar tímar.

 

/Ritzau/

 

 

 

Mynd frá sunnudegnum á staðnum, har neyðhjálpin varð býtt út í Rafah í Gaza. Í morgun varð boðað frá, at fleiri fólk vóru dripin - sagt verður, at tað hendi, meðan tey bíðaðu eftir neyðhjálp. - Mynd: -/Ritzau Scanpix