Høvuðsstaðurin best í barnaróðrinum

Barnaróður: Genturnar á Argjum og dreingirnir í Havnar Róðrarfelag vunnu fyrstu FM róðrarnar á 250 metrum

Fyri fyrstu ferð nakrantíð telja barnaróðrarnir við í FM kappingini. Tí var talan um søguligar róðrar á 250 metra teininum. Fasti starturin varð nýttur, og í kappingini millum dreingjamanningarnar vóru tað tveir bátar hjá Havnar Róðrarfelag, Títlingur og Drekin, sum saman við Havfrúnni úr Vestmanna endaðu á trimum teimum ovastu plássunum.
Títlingur var bara stavnin frammanfyri Havfrúnna, sum var rongina frammanfyri Drekan.

Í gentukappingini var Teistin hjá Argja Róðrarfelag fremstur. Teistin var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Spógvan hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, sum aftur var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Ørnina og Fípuna Føgru, ið vóru í sera tættari kapping um triðja plássið.

??Barnaróður gentur
?1 Teistin 02:47.18
2 Spógvin 02:51.01
3 Ørnin 02:55.07
4 Fípan Fagra 02:55.15
5 Jallurin 03:01.11
6 Junkarin 03:03.07
7 Svanur 03:07.04
?8 Firvaldur 03:07.06
9 Heykur 03:08.02