landi, nú vit fara inn í eina nýggja øld. At marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland er eitt bæði spennandi og krevjandi arbeiði. Ikki minst okkara geografiska plasering er ein forðing í sær sjálvum, men samtíðis [...] sjálvum. Tað krevur slit og strev og stríð at byggja eina vælvirkandi ferðavinnu upp í einum oyggjalandi sum Føroyum. Tað krevur nógv av øllum, tí øll lið skulu virka. Gjørd eru mistøk, men uttan mistøk [...] ein sonn frøði at síggja, hvussu hegnisliga og professionelt okkara ferðavinnufólk hava innrættað seg í stóru høllini á Hálsi. Tit hava rós uppiborið. Fyri tann vitjandi osar her av sjálvsvissu, nøgdsemi
tiltøkini, føroyingar settu í verk móti kreppuni, serliga í árunum 1993 og 1994, nú vísa seg ikki at hava verið til fánýtis. Forsætisráðharrin tók fleiri ferðir undir vitjan síni upp í saman, at tað var væl [...] eftir so stuttari tíð. Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, segði, at hann var fegin um ferðina í Føroyum, og tók upp aftur, at hann var serliga fegin um, at hann ikki lurtaði eftir teimum, sum ráddu honum [...] ur, luttóku. Tað var heilt greitt, at teir tríggir vildu mæla til varsemi í fiskiskapinum. Og fiskifrøðingar eiga at takast í álvara, tá soleiðis er. Jonathan Motzfeldt segði tað heilt greitt: »Ein fi
gera okkara besta. Fyri nøkur starvsfólk bleiv avbjóðingin ov stór, so tey fóru í onnur størv. Búfólkini komu úr øllum Føroyum. Nøkur fastbúgvandi og onnur til umlætting. Nøkur tíðarskeið vóru 10 fólk samstundis [...] saman við øðrum leiðarum stýrt Skálagarði. Eg kunnaði landsstýriskvinnuna í Almannamálum um mína stúran vvk støðuni; eins og stjórin í Almannaverkinum bleiv boðsendur at koma á Skálagarð við eini frágreiðing [...] umhugsað inngreb er gjørt í. Ímyndið tykkum, hvussu tey og teirra avvarðandi hava tað? Hatta eru tey sárbarastu og hjálparleysu sum á ein ógvusligan hátt eru blivin órógvaði í teirra annars so skerda dagligdegi
fundinum í dag, meðan stuðlarnir hjá honum, t.d. Leivur Hansen, halda fram í stýrinum. Spurdur, um hetta var ein lætti, sigur Klæmint Weihe: - Eingin ivi um tað! - Hetta merkir, at tað, sum meirilutin í stýrinum [...] at leggja afturat, at enn er hann uppsagdur sum stjóri í SEV, og at hetta má tað nýggja stýrið taka støðu til. Spurdur um hann ikki er formellur í sínum útsøgnum, nú hann kann vænta at verða settur aftur [...] SEV Eftir ein sera spennandi og hendingarríkan umboðsnevndarfund hjá SEV á Hotel Føroyum fríggjadagin, sum eina mest minti um eina Robinson-sending, har luttakarar vórðu valdir og vrakaðir, kundi Klæmint
uppskot um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Uppskotið er liður í ætlanunum hjá samgonguni um at endurnýggja pensjónsskipanina í Føroyum, og ikki var sørt, at tingmenn kappaðust um at geva sær sjálvum [...] Sambandsflokkin, legði fyri tingið í august 2001. Edmund Joensen skeyt tá upp at játta 400 mió. krónur til Samhaldsfasta í 2001 og aftur 400 mió. krónur í 2002, og hetta helt Finnur Helmsdal vera [...] hetta við tað, sum fullveldissamgongan valdi at tveita burtur, so er í tí førinum talan um dupult so nógvar pengar (higartil) og í tí førinum fingu hvørki ung ella gomul nakað fyri pengarnar. So meðan
verður um tríggjar dystir í eins nógvar dagar. - Vit royna sjálvandi at gera okkara besta. Millum annað við at drena vøllin so væl, sum tað nú einaferð ber til. Men her í Føroyum hava vit so eisini nakrar [...] millum finaluluttakarar og steypafinalistar. Tað verður tað so heldur ikki í ár, nú GÍ, ÍF, B68 og B71 eru eftirverandi liðini í steypakappingini. Harafturímóti er spurningurin, um Tórsvøllur verður til [...] Tórsvøllur Tað tykist vera veruligur vandi fyri, at ólavsøkufinalan í ár verður órógvað. Tann vandin hevur sum so verið til staðar, síðani UEFA háttaði sínar spælidagar soleiðis, at UEFA-Cup dystir verða
Teitur verður ofta settur í samband við Sing and Songwriter-sjangruna, har tónlistafólkið gjarna er ein, sum ger egin løg, syngur og spælir tey, oftast á gittar. At fella í eina sjangru slepst ikki undan [...] hansara útgávum. Hetta kann kanska tykjast vera órímiligt at krevja, tí Teitur hevur jú ikki framført í Føroyum eftir, at hansara seinasta fløga kom út. Men, tá ið ein hevur verið á nøkrum konsertum hjá Teiti [...] útsetingarnar víkja í sera lítlan mun frá teimum á fløguútgávuni. Men tilfarið, sum maðurin hevur at bjóða føroyingum er framúr gott og hevur sent Teit á eina spennandi tónleikaferð út í heim. Og, tað er
Ung í Føroyum Orð: Eydna Skaale ? Eg haldi, at listastevnan fyri ung er eitt ógvuliga gott tiltak, men tað er allíkavæl avmarkað, hvussu nógv nýtt tey kunnu læra eftir bert hálvum øðrum degi ? óansæð hvussu [...] eisini hava fingið væl burturúr tímunum í verkstaðnum sjálv. ? Eg fái eisini nógvan nýggjan íblástur av teirra nógvu hugskotum. Og at læra frá sær er sera mennandi í sær sjálvum, sigur sangfuglurin úr Gøtu [...] tilboð. Tað kann væl lata seg gera. Tað ræður um at fáa tað besta fram í teimum nú, meðan tey eru ung. Undirtøkan og hugurin hjá teimum er í øllum førum til staðar, staðfestir Eivør Pállsdóttir at enda.
slagnum ATR 72 og tekur 66 ferðafólk, greiðir stjórin í felagnum frá. Felagið hevur fyrr flogið til Føroya. Tað var í samband við oljuleitingina undir Føroyum, tá felagið hevði sáttmála við eitt av leitifeløgunum [...] Rungholm, stjóri í DAT, váttar fyri Sosialinum, at felagið hevur eina umsókn um loyvi at flúgva liggjandi hjá Vinnumálaráðnum, og at bíðað verður eftir svari frá landsstýrismanninum. Ætlanin er í fyrsta umfari [...] tók umleið fýra tímar. Men fólk fingu góða tænastu umborð, og tað hildu tey viga væl upp í móti tíðini, tey sótu í flogfarinum, sigur hann. Hann sigur, at tey hava mett tíðina, ferðin til Føroya tekur, til
Sá í Degi og Viku, at tey samkyntu høvdu stovnað felag. Ælabogin var navnið á hesum felag og fyribils vóru tólv limir. Eg og konan frøddust um hesa gongd, at tey samkyntu savnaðust í felag fyri at vinna [...] mannarættindi. Eftir Dag og Viku sat eg við einari undarligari kenslu, tólv limir er ikki nógvir. Í Føroyum eru næstan 50.000 íbúgvar, taka vit útisetar við, man talan verða um minst 60.000 føroyingar. Rokna [...] møguleiki fyri samkynt. Fyri stuttum savnaðu fólk inn undirskriftir ímóti, at samkynt sluppu at ganga saman í skrásett parlag. Ímyndi tykkum, at samkynt savnaðu undirskriftir ímóti hjúnabandi millum konu og mann