Fremsta farmaflogfelagið

Danska flogfelagið Danish Air Transport hevur søkt Vinnumálaráðið um loyvi at flúgva millum Danmark og Føroyar. DAT er fremsta farmaflogfelagið í Danmark, sigur stjórin í felagnum

Stendur tað til leiðsluna í danska flogfelagnum Danish Air Transport, DAT, verður Atlantsflog ikki leingi einsamalt á rutuni millum Danmark og Føroyar. DAT hevur søkt Vinnumálaráðið um loyvi at flúgva á leiðini.
Jesper Rungholm, stjóri í DAT, váttar fyri Sosialinum, at felagið hevur eina umsókn um loyvi at flúgva liggjandi hjá Vinnumálaráðnum, og at bíðað verður eftir svari frá landsstýrismanninum.
Ætlanin er í fyrsta umfari at flúgva við ferðafólki um jóltíðir, sigur Jesper Rungholm. Síðan er flogfarið, ætlanin er at brúka, leigað út til fram móti páskum. Tá er so ætlanin at fara aftur at flúgva til Føroya, sigur hann.
Flogfarið, sum DAT ætlar at brúka á Føroyaleiðini, er av slagnum ATR 72 og tekur 66 ferðafólk, greiðir stjórin í felagnum frá.
Felagið hevur fyrr flogið til Føroya. Tað var í samband við oljuleitingina undir Føroyum, tá felagið hevði sáttmála við eitt av leitifeløgunum um at flýta arbeiðsfólk millum Aberdeen og Vágar. Tá varð flogið við einum minni flogfari, ATR 42, sum tekur 46 ferðafólk, sigur Jesper Rungholm.
Hann sigur, at tey hava eisini hugsað um farmaflúgving, nú tey hava lagt umsókn til Vinnumálaráðið.
?Eg kann siga, at vit eru fremsta danska flogfelagið, tá tosað verður um farmaflúgving, sigur hann. Vit hava góðar royndir á tí økinum. Eisini við posti.
Talan er um rímiliga nýtt propelflogfar, sum ætlanin er at flúgva til Føroya við, sigur Jesper Rungholm. Tað fer at taka longri tíð, enn tað tekur við jetflogførum. Men tað metir hann ikki hava ta stóru ávirkanina á hugin hjá ferðafólki at nýta teirra felag.
?Vit hava royndir við at flúgva langt við hesum flogførunum. Eitt nú flugu vit nógv til Dubrovnik seinasta summar. Tað var ein túrur, sum tók umleið fýra tímar. Men fólk fingu góða tænastu umborð, og tað hildu tey viga væl upp í móti tíðini, tey sótu í flogfarinum, sigur hann.
Hann sigur, at tey hava mett tíðina, ferðin til Føroya tekur, til góðar tríggjar tímar. Ella umleið ein tíma longri, enn eitt nú Atlantsflog brúkar.
Jesper Rungholm sigur seg hava frætt, at nevndarformaðurin í Atlantsflog skal hava sagt, at hann ikki heldur tað vera rætt, at eitt felag, sum ætlar at kappast við Atlantsflog, bert skal flúgva partar av árinum. Tað átti heldur at verið so, at flogið var alt árið, so felagið soleiðis tók sín part av sleipinum, sum hann tók til.
Til hetta sigur Jesper Runghom, at ætlan teirra júst er at flúgva regluliga. At steðgur verður millum jól og páskir, kemst bert av, at tá er ATR72 flogfarið, sum nýtast skal á Føroyarutuni, leigað út. Men á páskum er tað aftur tókt og fer tá at flúgva regluliga til Føroya, um loyvi fæst til tess, sigur hann.